- Vit eru tráðleyst við á Hús & Innbúgv

Glaðing var kanska tann mest "modernaði" samskiftishátturin í gomlum døgum ? óbeinleiðis og tráðleysur...
- Nú fer samskiftisfyritøkan, Teletech, aftur á slóðina hjá okkara forfedrum, men við fremstu tøknini, sum er á økinum, sigur Birgir W. Høgnesen, sølumaður

Teletech

Internetveitarin, Teletech, verður umboðaður av teldufyritøkuni, Tera í Saltangará, á bústevnuni, Hús & Innbúgv.
- Lívið alt er samskifti, úr vøggu í grøv. Í flestu lívsins viðurskiftum ræður um, at boðini koma fram rættstundis, óbroytt og til rætta viðkomandi.
Hetta vita tey á Teletech, og tí leggur internetveitarin seg eftir at veita tænastur, ið kunnu nøkta tørvin í einum framkomnum samfelag.
- Mesta samskifti hjá flestum okkara er beinleiðis sambandið, sum er millum fólk. Men samskifti kann eisini vera óbeinleiðis, og tá brúka vit viðhvørt røddina, t.d. telefonina ? og onkuntíð brúka vit ikki røddina. Í øllum førum mugu vit hava einhvønn miðil at flyta boðskapin fram til móttakaran við.

Aftur á slóðina...
Birgir W. Høgnesen, sølumaður hjá Teletech, vísir á, at eins og aðrar mentanir, so hava eisini føroyingar í øldir havt tørv á fjarskifti.
- Forfedrar okkara góvu boð frá sær, tá ið grindaboð vóru, og tá ið eitt nú prestur, lækni ella jarðarmóðir skuldu koma. Teir gingu ella róðu bygdanna millum, teir róptu um sund og fjørð, teir brendu vita, og teir glaðaðu. Seinni kom telegrafurin, telefonin og boðstøðirnar. Í øllum førum var hetta sama galdandi; boðini skuldu koma fram til rætta viðkomandi, skjótt og óbroytt.
Birgir heldur, at vit kanska kunnu siga, at glaðingin var tann mest "modernaði" samskiftishátturin í gomlum døgum ? óbeinleiðis og tráðleysur...
- Og nú fer Teletech so aftur á slóðina hjá okkara forfedrum, men við fremstu tøknini, sum er á økinum.
Sølumaðurin vísir á, at Teletech er einasta fyritøka í Føroyum, sum bjóðar viðskiftafólki sjálvstøðugt, tráðleyst internetsamband.
- Og tað virkar, sigur hann.
Í fjør virkaði netið hjá Teletech í 362 dagar uttan brek, og fyritøkan hevur battarí orku til allar servarar seks tímar eftir streymslit.
- Samskiftisferðin er nógv, 3 Mbit útgerð. Men tað verður betur enn, tí veksandi tørvurin á skjótum samskifti hevur við sær, at Teletech í næstum fer at fleirfalda samskiftisferðina við 10-20 Mbit útgerð, sigur Birgir.

Nøgd viðskiftafólk

Sølumaðurin leggur dent á, at tað eru ikki bara tey, ið starvast hjá Teletech, sum halda, at tey kunnu bjóða eina fjarskiftistænastu, ið ger tað møguligt hjá viðskiftafólki at samskifta, so boðini koma skjótt, óbroytt og til rætta viðkomandi.
- Vit hava í dag fleiri enn 100 vælnøgd viðskiftafólk. Av hesum eru nøkur privat-viðskiftafólk, men flestu eru virkir. Helst verða virkini uppaftur fleiri, tí nýggja samskiftisferðin er væl egnað til innanhýsis dátusamskifti millum høvuðssetur, deildir og hús hjá sama eigara ? uttan at gjalda fyri tað!
Tey á Teletech siga, at tey ikki selja nakra lágprísvøru, men at trygd, dygd og effektivitetur er málsetningurin.
- Vit eru nøkur fólk í fulltíðarstarvi, umframt fleiri uttanhýsis tænastuveitarar til seruppgávur. Øll eru til dystin fús at greiða frá teimum tænastum, vit veita, sigur Birgir W. Høgnesen, sølumaður.

Tráðleyst prát...

Fólk eru vælkomin at venda sær til sølumannin á tlf. 221577 ella at støkka inn á gólvið - til eitt tráðleyst prát og ein kaffimunn.
Í dag røkkur TeleTech viðskiftafólki í Klaksvík, Leirvík, Gøtunum, Skálafirði,Strondum, Toftum, Nólsoy, Tórshavn og á Argjum.
TeleTech hevur tlf. 317265. Tú kanst eisini senda ein e-post til birgir@teletech.fo. Heimasíðan eitur www.teletech.fo
Tað verður, sum nevnt, teldufyritøkan, Tera í Saltangará, sum kemur at vísa tráðleysa internetið hjá Teletech fram á bústevnuni.
Tera hevur tlf. 448888 ella 218889.