Higartil hevur norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke sett nógvar pengar til í svartkjaftaprojektinum í Føroyum.
Samstarvið millum Aker Seafood og JFK um Næraberg kastaði ongantíð pengar av sær, men verkætlanin tók støðug stig rætta vegin, og nú skal eitt enn størri skip syrgja fyri, at verkætlanin fer at kasta pengar av sær.
Aker hevur brúk einar 100 milliónir higartil til hetta projektið, og tað hevur ikki bara verið lætt. Men eg havi altíð trúð upp á, at tað loysir seg at fiska og framleiða svartkjaft til matna, og nú kenni meg fullvísan í, at hetta fer eisini at bera til í Føroyum, sigur Kjell Inge Røkke.
Áðrenn tú kanst heysta, mást tú sáa. Vit hava nú sátt í fimm ár, men eg eri sannførdur um, at vit koma at heysta tað, sum vit hava sátt.
Sinnaður at satsa
Kjell Inge Røkke hevur í síni tíð sum vinnulívsmaður mangan víst treiskni, og tað hevur hann eisini víst í føroyska projektinum. Hóast hann verður spurdur um, hvussu langan snór hann er sinnaður av geva føroysku verkætlanini, so fær hann illa svara, tí hann kennir seg sannførdan, um at ætlanin fer at loysa seg í longra lagi.
Hetta fer at bera til. Nú hava vit sett pengar til í fimm ár, men tað fer at venda, so at vit frameftir koma at vinna pengar. Tú kanst siga, at um vit missa pengar í eini 10 ár afturat, so ber kanska ikki til at halda fram, men so langt koma vit als ikki, tí hetta fer at bera til, sigur Kjell Inge Røkke.
Atlantic Navigator er tað týdningarmesta skipið, sum føroyingar hava, tí hetta skipið virðisøkir fisk, sum annars bara hevur verið framleiddur til fiskamjøl. Føroyingar eiga at síggja møguleikarnar í at framleiða surimi, tí tað kastar nógv meira av sær til samfelagið, enn fiskamjøl ger.
Fleiri slík skip
Kjell Inge Røkke heldur, at føroyingar eiga at fáa sær fleiri slík skip sum Atlantic Navigator fyri at fáa sum mest burturúr fiskinum.
Eg rokni við, at tað kemur av sær sjálvum. Onnur skip fara at framleiða svartkjaft til matna í Føroyum, tá ið vit hava fingið okkara verkætlan at bera seg, sigur Røkke
Hann heldur, at hansara leiklutir í føroyskari fiskivinnu hevur víst, at hann er sinnaður at arbeiða langsiktað fyri at fáa nakað burturúr.
Vit fiska fisk, sum føroyingar eiga, og tí skulu vit eisini hava føroyska samfelagið í huganum í hesum projektinum. Vit hava arbeitt í fimm ár við hesum, og vit hava víst, at vit arbeiða langsiktað og seriøst. Eg haldi, at vit hava uppiborið at vera partur av føroysku fiskivinnuni, sigur Kjell Inge Røkke.
Eingin hevur framleitt svartkjaft til matna á sjónum við eydnu í Føroyum áður, men har hevur Aker ein serkunnuleika, sum vit kunnu brúka her í Føroyum. Og tá ið hetta fer at kasta pengar av sær, fara Aker og føroyingar at heysta í felag.