- Tá ið eg hoyri, hvussu okkara móðurmál verður framborið í útvarpi og sjónvarpi, øtist eg við hvørt við, hvussu tað er farið út av lagi. Føroyskt hevur fýra føll og trý kyn, men eitt nú nøvn verða ikki bend og kynini verða bronglað hvørt um annað. Tað eru serliga tey yngru tíðindafólkini, sum ikki vanda sær nóg væl um málið. Tí er tað mín áheitan, at hesi vanda sær betur um málið, tí tey hava so ómetaliga stóra ávirkan og harvið ábyrgd, sigur Jógvan Adolf Johannessen, ið hevur verið fólkaskúlalærari í ein mansaldur. Til seinasta løgtingsval var hann løgtingsmaður og limur í løgtingsins mentamálanevnd.
Hví støðan er so vorðin, veit Jógvan A. Johannessen ikki, men hann heldur, at ein orsøk kann vera, at fleiri av tíðindafólkunum hava verið leingi í útlondum og har gloymt tað, tey hava lært heima.
- Ella hava tey fingið ov vánaliga frálæru í skúlanum. Móðurmálið er høvuðsgreinin í skúlanum og móðurmálið er tað vit skulu nýta í frálæruni í øllum lærugreinum. Tað nyttar lítið at hava ein góðan lærara í móðurmálinum, um hinir lærararnir ikki nýta eitt gott mál, tí tað er frálæran, hvussu málið verður framborið, sum stendur eftir.
- Tað er sáddur ein lítil ivi um frálæruna á teim hægru lærustovnunum. Har hugsi eg um Læraraskúlan fyrst og fremst. Tað eigur at vera sjálvsagt, at allir lærararnir duga móðurmálið væl. Annað er rætt og slætt ov galið. Spurningurin er, um krøvini til lærararnar eru ov lin.
Bronglað
Í orðaskiftinum, ið kom í kjalarvørrinum av broytingunum í fólkaskúlalógini, var stór ósemja um, í hvørjum flokki frálæran í donskum skuldi byrja. Og Jógvan A. Johannessen dylir ikki fyri, at hann var ein teirra, ið mælti til, at frálæran skuldi byrja í fjórða flokki.
- Spurningurin er heilt greitt, um tað ikki ávirkar móðurmálið, at næmingar longu í triðja flokki fáa frálæru í einum fremmanda máli. Um danskt byrjaði eitt ár seinni, hevði tað styrkt barnið í móðurmálinum. Støðan var kortini verri fyrr, tí tá byrjaði frálæran í donskum í fyrsta flokki og so seinni í øðrum flokki.
Jógvan A. Johannessen metir, at fremmandu orðini, ið sløðast í málinum, eru niðurbrótandi fyri málið.
- Vit hava góð, stutt og nøktandi orð fyri ymiskt, har fólk eru farin at brúka onnur, ofta donsk orð. Havi lagt til merkis, at fleiri siga annaðleiðis í staðin fyri øðrvísi. Útvarp og sjónvarp hava ómetaliga stórt árin á málið, øll leggja til merkis tað, ið sagt verður. Tað er øðrvísi við bløðunum, tí málið har ávirkar ikki í líka stóran mun sum tað talaða málið.
- Hinvegin er málið í nýggju útvarpsrásini upp aftur verri, og eg ivist stórliga í, hvussu rætt tað var at geva leyst. Vit eru bara 45.000 fólk, ið tosa føroyskt, og vit mugu ansa eftir málinum alla tíðina fyri, at tað ikki skal doyggja út. Hetland, sum er á stødd við okkum, hevur mist sítt mál, og á hvørjum ári missa smáar tjóðir sítt mál. So vit hava í grundini nógv at ansa eftir.
- Nógv av teirri gomlu mentanini er farið, og eitt fólk, sum ikki hevur egið mál og egna mentan, er ein fátæk tjóð. Geva vit heilt leyst og lata málið flóta sum onnur gera, fara vit skjótt av eggini málsliga. Gongdin nú er ikki heppin og eg eri ræddur fyri, at um stutta tíð hava vit eitt bronglað føroyskt mál við nógvum ísletti úr øðrum málum. Nógv orð, sum hava verið vanlig, eru longu farin. Globaliseringin tekur dik á seg, kunningartøkni og harvið enska málið ávirka eisini, og verri verða vit stødd málsliga. Eitt er vist, og tað er, at skúlin stendur fyri stórum avbjóðingum í framtíðini, tá ið tað snýr seg um undirvísingina í móðurmálinum.
Ikki skúlað
Jógvan A. Johannessen er varin við at siga, um serlig krøv skulu setast teim almennu og privatu útvarps- og sjónvarpsrásunum, tá ið tað snýr seg um málnýtslu.
- Tað er upp til Føroya Løgting, men tað átti í grundini at áligið hvørjum einstøkum stjóra sær sum ein heilt nátúrligur partur av arbeiðinum, at kravt av starvsfólkunum, at tey vanda sær væl um málið.
- Hinvegin kunnu vit seta spurnartekin við, um Føroya Løgting kann krevja, at fjølmiðlarnir vanda sær um málið, tá ið vit hoyra, hvussu tingfólk fara við málinum. Tað er øgiligt. Tey eru ofta tey fyrstu við at koma við óføroyskum orðum og orðafellum á tingsins røðarapalli, sum vinna hevd. Nógv eru ikki nóg væl skúlað hesum viðvíkjandi, eg sigi ikki, at tey skulu verða tað, men tey hava eina skyldu til at vanda sær betur um málið. Tað almenna eigur at ganga undan, har tað almenna ræður. Vit síggja umborð á Strandfaraskipunum, at skelti standa á donskum og enskum, men ikki á føroyskum. Tey áttu fyrst og fremst staðið á føroyskum, og síðani á hinum málunum.
Skilir tú, at ungfólk halda, at føroyskt kann tykjast sum ein spennitroyggja viðhvørt?
- Nøkur orð eru óneyðuga tung. Tey ungu vilja hava tað øðrvísi og lættari, og vilja eftir øllum at døma heldur brúka danismur heldur enn góð og nýtilig føroysk orð, sum altíð hava verið í málinum. Og andsøgnirnir ýa í málinum.
Tá ið vit spyrja fyrrverandi fyrstalæraran í Skopun, løgtingsmannin og formannin í mentamálanevnd løgtingsins, um tað nyttar nakað at gera vart við hesi viðurskifti, vendir hann tí við, og spyr, hvat tað nyttar at lata standa til.
- Eg eri ikki altíð samsintur við málreinsarunum, men ofta hava hesir rætt, tá ið teir ávarða ímóti gongdini í málinum. Og eg óttist veruliga, sigur Jógvan A. Johannessen.