- Tað var forferdiligt, og vit fingu ein ordans hvøkk.
Soleiðis sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sum var við á fjalli í Heimara haga leygardagin, tá eitt óhapp hendi.
- Vit høvdu rikið ta fyrstu gongdina og fóru eftir tí næstu. Nakrir seyðir fóru upp í brattlendi, og ein maður royndi so at fáa teir niður aftur, og hann var tá áhaldsin og datt eini 40-50 metrar, sigur Pauli T. Petersen.
Har á leiðini er rættiliga vánaligt telfonsamband, so ein annar maður rann nakað niðaná fyri at ringja eftir hjálp.
- Tyrlan kom ógvuliga skjótt, og hóast tað var ringt at flúgva har og sera smalt, so gjørdi tyrlumanningin eitt megnar arbeiði og fekk flogið mannin á Landssjúkrahúsið, greiðir Pauli T. Petersen frá og leggur afturat:
- Vit eru allir ómetaliga takksamir fyri hesa hjálpina, sum vit fingu frá tyrlumanningini leygardagin, sigur Pauli T. Petersen.
Maðurin, ið var áhaldsin og datt, hevur tað eftir umstøðunum hampiligt, men hevur nógva pínu, veit Pauli T. Petersen at siga.
Hoyr Paula T. Petersen greiða frá hendingini leygardagin við at trýsta á pílin yvir myndini.