– Tað gevur ikki meining hjá okkum at gera munnligar avtalur, og tí gera vit ongar munnligar avtalur
So avgjørdur er Páll Oddur Rubbeksen, ið eigur lagið Mín russiski vinur, sum Tutl hevur nýtt á uppsamlingsfløguni, ið teir góvu út til MíttLand.
Tá hann fyrr í vikuni gjørdi vart við, at Tutl ella MíttLand høvdu ikki fingið loyvi at nýta teirra lag á fløguni, segði Kristian Blak úr Tutli, at allar avtalur vóru upp á pláss, tí umboð fyri Tutl hevði hevði ring til bæði Finn Koba og Páll Oddur Rubeksen og fingið játtan um, at lagið kundi prentast á fløguni.
Men Páll Oddur Rubeksen heldur fast við, at teir hava onga avtalu gjørt, tí teir gera ikki munligar avtalur um slíkt.
– Tað kann vera, at onkur hevur ringt og spurt, um vit hava áhuga í at vera við. Men loyvi hava vit ikki givið, sigur Páll Oddur Rubeksen.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Páll Oddur Rubeksen.