Javnaðarflokkurin hevur ligið millum 21 og 23 prosent í øllum veljarakanningum síðani valið í oktober 2011.
- Tað eru helst fleiri orsøkir til tað, og tann eina er, at samgongan, sum situr í dag, hevur snarað rættiliga nógv til høgru, og tað eru uttan iva nakrir veljarar hjá samgonguflokkunum, kanska helst Sambandsflokkinum, sum ikki kenna seg aftur í tí politikkinum, sigurAksel V. Johannesen.
Tí velja teir at velja ein andstøðuflokk, fyrst og fremst Javnaðarflokkin.
- Tað verður ofta sagt, at andstøðan er negativ, men vit hava í ongum føri, tá vit hava verið ósamdir við samgonguna, ikki víst á aðrar loysnir. So vit hava roynt at verið konstruktivir í okkara politikki, sigur Aksel V. Johannesen.
Tunnilsmálið hevur fylt nógv, bæði hjá politikarum og í miðlunum, men Aksel V. Johannesen ivast í, um tað hevur havt tað stóru ávirkanina á veljarakanningina.
- Um vit hyggja at Sjálvstýrisflokkinum, so er hann ikki komin upp um sperrumarkið í hinum kanningunum, meðan hann hesaferð fær 4,5%, so hjá honum hevur tunnilsmálið havt sína ávirkan. Hyggja vit at hionum flokkunum, so liggja teir á nøkurlunda sama støði, sum til undanfarnar veljarakanningar, so tað sær ikki út til, at tunnilsmálið hevur havt nakra serliga ávirkan, sigur Aksel V. Johannesen.
Javnaðarflokkurin hevur ligið javnt millum 21 og 23 prosent, og tað gevur vónir um eitt gott val.
- Sjálvandi gevur tað vónir um eitt gott val, men tað kann vera langt til eitt val, sum verður í seinasta lagi um góð tvey ár. Men tað er eingin ivi um, at vit fegin vilja gera eitt gott val komandi soleiðis, at vit kunnu koma í eina samgongu, so vit fáa eina stóra ávirkan á førda politikkin. Og okkara ætlan er, at fáa minst átta tinglimir til komandi val, sigur Aksel V. Johannesen.
Men hóast ein slík veljarakanning ikki kann brúkast til so nógv, sigur hon tó, at Javnaðarfokkurin ger okkurt rætt.
- Tað er jú á valdegnum, at tað telur, men verður hugt at veljarakanningini, so síggja vit, at vit eru á rættari kós, hóast tað altíð er pláss fyri betringum, sigur Aksel V. Johannesen.