Vit gita: Her er liðið móti Malta

Føroyska landsliðið hevur aftur í dag havt venjing undan dystinum móti Malta

Føroyska landsliðið fyrireikar seg í løtuni til Nations League dystin móti Malta, sum verður fríggjakvøldið á Tórsvølli. Fyrrapartin í dag hevði landsliðið sína fjórðu venjing, og aftur vóru ábendingar um liðuppstillingina.

 

Her á In.fo hava vit í gjár víst á, at tað møguliga verður Gunnar Vatnhamar sum skal spæla á høgra bakki, meðan eldri beiggin, Sølvi Vatnhamar, verður á høgra miðvøllinum. Venjingin í dag gav somu ábendingar.

 

Her vórðu tvey lið sett upp á vøllin, har flestu av væntandi startarunum vóru á øðrum liðnum. Teirra millum Gunnar Vatnhamar og Sølvi Vatnhamar. Tí gita vit, at tað verður ungi bakkurin hjá Víkingi, sum verður nýggjur á landsliðnum fríggjakvøldið. Hinir tíggju eru allar kend andlit á føroyska landsliðnum.

 

Vit gita: Føroyar (4-2-3-1)

Gunnar Nielsen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Gilli Rólantsson – Jóan Símun Edmundsson