Føroyska A-landsliðið hevur havt sína fyrstu venjing á Malta. Allir spælararnir eru komnir og vandu við í dag, men Hallur Hansson og Heini Vatnsdal vandu fyriliti.
Venjingin gav ábendingar um, at Lars Olsen ætlar at halda fast í somu spælskipan sum seinasta dyst móti Malta, sum var í november 2018. Sonni Ragnar Nattestad hevur givið avboð og í hansara stað kemur helst Odmar Færø.
Síðani sær tað út til, at Rógvi Baldvinsson verður á verjukenda miðvøllinum saman við Brandi Hendriksson, meðan Hallur Hansson verður meiri framrættaður. Á vengrunum verða tað Sølvi Vatnhamar í høgri og René Shaki Joensen í vinstru. Fremsti maður verður óiva Jóan Símun Edmundsson.
Annars er at leggja afturat, at veðrið á Malta í dag er gott. Hartil letur Lars Olsen væl at venjingarumstøunum, men tað verður sagt frá regni og verri veðrið seinni í vikuni.
Vit gita: (4-4-1-1)
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson, René Shaki Joensen – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson