Vit gita: Hetta verður liðið

Manslandsliðið í Kekkia: Nógv bendir á, at Hanus Sørensen fær kjansin frá byrjan

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Hanus Sørensen á bóltinum. Hann væntast at fáa sín elddóp í morgin

Føroyska manslandsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan venjingarlandsdystinum móti Kekkia, sum verður í morgin klokkan 17. Venjingin gav ábendingar um, at Hanus Sørensen fær kjansin frá byrjan.

 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur avdúkað at ein nýggjur landsliðsspælari verður við frá byrjan. Tað er upplagt, at talan er um høgra bakkin hjá HB, Hanus Sørensen. Gilli Rólantsson spældi so seint sum sunnudagin 77 minuttir fyri Odd í 1-1 javnleiki í Elituseriuni. Tí hevur hann bara vant eina ferð á ferðini í Kekkia og var seinasti maður at koma til Brno.

 

Tað ljóðar eisini, at venjaratoymið helst kemur at velja royndu mennirnar til dystin móti Kekkia, sum hevur úttikið eitt sterkt landslið til dystin. Sjey nýggir mans eru við, og tíggju spælarar kunnu fáa sínar fyrstu minuttir á vøllinum.

 

Tað er líkt til, at Gunnar Nielsen spælir sín landsdyst nummar 70, nú hann umhugsar sína framtíð í fótbólti. Havnarmaðurin í Reykjavík er sáttmálaleysur úr FH. Í miðverjuni eru teir royndu menninir Gunnar Vatnhamar og Sonni Ragnar Nattestad, og Viljormur Davidsen er royndi maðurin á vinstra bakki.

 

Á miðjuni verður talan um tríggjar spælarar mitt fyri. Heðin Hansen verður verjukendur og dettur aftur í miðverjuna, um kekkiska liðið eydnast við at trýsta. Frammanfyri hann verða helst ársins spælari, Sølvi Vatnhamar, og René Shaki Joensen.

 

Ein minni royndur spælari er Mads B. Mikkelsen, men hann hevur verið rundanum landsliðið í ár, men hevur ongantíð verið við frá byrjan. Tað sær út til, at hann byrjar í vinstru, meðan Meinhard E. Olsen verður í høgru.

 

Í álopinum verður tað nógv umtalaði Klæmint A. Olsen, ið hevur fingið nógv at hugsa um, nú NSÍ er flutt niður. Håkan Ericson hevur boðað frá, at hann ætlar at brúka allar seks útskiftingarnar til dystin í morgin.

 

FM1 er við at ferðini og sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 17. FM1 byrjar at senda klokkan 16.

 

Vit gita: (4-5-1) Gunnar Nielsen – Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Meinhard E. Olsen, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, René Shaki Joensen, Mads B. Mikelsen – Klæmint A. Olsen

 

##ms##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Hanus Sørensen á bóltinum. Hann væntast at fáa sín elddóp í morgin