Nógv bendir á, at Bárður Jógvansson Hansen skiftir til NSÍ. Høgri bakkurin á landsliðnum hevur annars bara spælt við Víkingi í Føroyum.
Bárður J. Hansen hevur seinasta hálva árið spælt við Fremad Amager, sum tó ikki megnaði at liva upp til allar partar av síni avtalu. Tí er Bárður J. Hansen givin í felagnum, og hevur síðani leitað eftir felagi í Føroyum og norðurlondum.
Nú ljóðar, at Bárður J. Hansen hevur avgjørt at royna seg í NSÍ, sum í fjør vann bronsu í Effo-deildini. Felagið hevur eisini fingið tilgongd av millum annað Karl Løkin og Jan Ellingsgaard úr ÍF, meðan eitt nú Nikolaj Køhlert er farin til íslendskan fótbólt.
Tað hevur annars verið væntað, at hann skuldi skifta aftur til Víking, men at HB hevur verið størsti avbjóðarin. Fyrr hevur KÍ eisini víst høgra bakkinum stóran áhuga, men soleiðis sigst ikki vera hesaferð.
NSÍ legði nógv fyri, at fáa Jóhan Troest Davidsen aftur til barndómsfelagið. Hann valdi tó fyri kortum at leingja við HB. Tí er hugsandi, at NSÍ hevur nógv kort á hondini í samráðingunum við landsliðsbakkin, sum nú tykist skifta til NSÍ.