info
Ongi úrslit

Vit gita: Víkingur selur Gunnar til Víking

Betri deildin menn: Nógv bendir á, at Gunnar Vatnhamar verður seldur í vikuni

Tróndur Arge
3. apríl 2023 kl. 16:48

Nógv bendir á, at Gunnar Vatnhamar verður seldur til íslendska Víkingur Reykjavík í vikuni. 28 ára gamli landsliðsmiðverjin hevur verið eitt álit í verjuni hjá Víkingi í Gøtu og Leirvík, men nú ljóðar at hann verður seldur til navnafelagið í Íslandi.

Sum skilst hevur ein ávísur áhugi verið fyri landsliðsspælaranum, nú flytingarvindeygað í Íslandi letur aftur leygardagin. Tað eru væl fleiri pengar í íslandskum fótbólti í løtuni enn tað er í Føroyum. Breiðablik hevði heldur ikki trupulleikar at ognar sær Klæmint A. Olsen í eitt ár, meðan Patrik Johannesen bleiv keyptur leysur úr Keflavík.

Gunnar Vatnhamar hevur verið fastur fúsi á landsliðum og við tí fylgja landsliðspengar. Tað er ikki ringt at rokna út, at Víkingur illa vil sleppa leirvíkinginum í miðverjuni, men at íslendska Víkingur Reykjavík her er komið við einum góðum boði.

Hetta er enn ein meinbogi fyri Víking, sum undan kappingarbyrjan seldi Noah Hans Mneney til norska Bryne FK. Tað vitnar um gott arbeiði í felagnum, men samstundis fánar vónin um eitt meistarastríð, um Gunnar Vatnhamar áðrenn leygardagin verður seldur til Víking Reykjavík, tí føroyska felagið fær ikki keypt sær styrk inn, tí flytingarvindeygað í Føroyum er latið aftur.

Tíðindini eru ikki váttaði, men sum skilst verður nú arbeitt útfrá, at Gunnar Vatnhamar skiftir til íslendskan fótbólt.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglufólk úr øllum Danmark verja Zelenskyj

3 minuttir síðan
Tíðindi

Tín jólahjálp í Á verður tvífaldað

19 minuttir síðan
Tíðindi

Útróður á føroyska landgrunninum

47 minuttir síðan
Tíðindi

Gud gev mær tín frið

52 minuttir síðan
Tíðindi

Politiið sær ofta tilfar sum er gjørt við vitlíki

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

1 tími síðan
Tíðindi

Ungur bilførari fekk koyriforboð

2 tímar síðan
Tíðindi

Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jóhan hevur spælt 125 landsdystir

3 tímar síðan
Tíðindi

Sálmar við styrki

9 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

10 tímar síðan