? Vit høvdu meira at spæla uppá

? Nógvir spælarar hjá okkum taka ábyrgd, og tað ger mun móti einum liði, har tað verður spælt nógv upp á ein spælara, sigur venjarin hjá Stjørnuni

 

Tað kom ikki óvart á venjaran hjá Stjørnuni, at hansara lið vann á VB, men hann hevði ikki roknað við so stórum sigri.

? Eg vænti altíð, at vit fara at vinna, men eg skal viðganga, at hesin sigurin gjørdist størri, enn eg hevði væntað frammanundan, sigur Geir Wardum.

? Vit hildu høgt tempo meginpartin av dystinum, og tað kláraði VB als ikki at standa ímóti. Tær løturnar, tá vit fór niður í ferð, komu tær við í dystin, men so ráddi um at fáa spælararnar í gongd aftur.

Tveir av føstu spælarunum hjá VB ? Gurið Mortensen og Margreth Augustinussen ? vóru ikki við, og tað var eingin fyrimunur fyri VB.

? Eg trúgvi tó neyvan, at tær høvdu kunnað gjørt tann stóra munin hendan dystin, heldur Stjørnuvenjarin.


Størri breidd

Hóast Stjørnan hevur mist onkrar profilar frá seinsta kappingarári, so hava úrslitini higartil verið sera góð. Eitt tepur tap móti VÍF er einasta strikan í rokningini.

? Nógvir spælarar hjá okkum taka ábyrgd, og tær ger, at vit hava nógv at spæla uppá. Men tað kann gerast enn betri, tí helvtin at spælararunum kom ikki til venjingar fyrr enn fyri trimum vikum síðani, sigur Geir Wardum.

? VB spældi nógv upp á ein spælara, og tað tóktist, sum hinar ikki rættiliga tordu at bjóða av og skjóta. Tí høvdu vit ongar trupulleikar av VB hesaferð.

Stjørnan liggur nú einsamøll á 2. plássi aftan fyri VÍF.