Aftaná at hava hugd eftir sendingini “Við hjálp frá góðum fólki” í sjónvarpinum kom eg í tankar um tá ið eg var lítil og at systir mín hevði hesu flottu og áhugaverdu mappu við ymsum papírum sum bæði høvdu anga og glitraðu við ymsum mynstrum og sigast kann at hetta veruliga vóru flott glansbíløt sum hugtóku men hóast alt hetta so var baksiðan altið tóm.
Mangan havi eg møtt ymsum menniskjum sum spyrja hvar eru øll hesu fátøku? Tey eiga ikki til dagin tí at tey sita í einum dýrum húsið og duga ikki at brúka pengarnar rætt, hetta er nakrar av teimum útsagnunum eg mangan hoyri og tað týkist sum landsins leiðsla hevur sama hugburð og veruliga líva í einum glansbílæta heimi.
Um man ívast um hetta er veruleikin ella tað reina møsn, so skuldi man roynt at fari ein túr framvið hjá “Jólamanninum” í Gullhorninum og spurt um allar familjurnar hann hjálpir taka ímóti honum úti við gullportrinum, Roynt at vitja eina familju um jóltíðir sum fær hjálp frá “Í menniskjum góðum tokki” ella roynt at hugd eftir nýggju sendingini “Við hjálp frá góðum fólki”.
Veruleikin er tann at fleiri eru sum ikki fáa endarnar at røkka uttan hjálp frá góðum vinfólki og familju hóast tey arbeiða og gera alt fyri at alt gongur hond í hond og tey sum tapa eru sum oftast tey smá børnini sum standa uttanfyri og vera so við og við sorteraði frá av tí at tey ikki kunnu luttaka eins og onnur børn í eitt nú frítiðar ítrivum.
Eg óttist við háttinum samgongan hevur ført sín politikk, tí ja hon hevur givið milliónir eftir milliónir út til tey sum hava nokk frammanundan, hækka pensjónskattin hjá tí vanliga Føroyinginum frá 35 til 40 % og hevur útlutað okkara ríkidømi uppá 100 tals milliónir til nakrar útvaldar aktørar ÓKEYPIS!
Alt hetta ímeðan vit hava familjur sum veruliga hava tørv á hjálp hóast tær knokla til lívsins breyð, Sjúkrahúsini vera niðurpínd og skulu spara 15 milliónir í næsta ár hóast vit eiga at hava nokk til at vit øll kunnu hava tað gott!
Vit skulu til at seta vanliga fólki í hesum samfelag í fokus aftur ístaðin fyri nøkur fá politiskt útvald soleiðis at vit veruliga kunnu siga at vit øll hava tað gott og at okkara familjur eru í tryggum hendum hóast man kann koma í ymsar truplar støður tí tá vita vit at vit hava eitt gott vælferðarsamfelag sum vit øll bera í felag!