?Vit hava eina klokkuklára avtalu við danir

Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur ikki, at tað eru tvær meiningar um undirgrundaravtaluna í tí politisku skipanini í Føroyum, og er hann fullvísur í, at hann kann tala vegna alla ta politisku skipanina, bæði samgongu og andstøðu.


 


Undirgrundin


- Fyri mær er eingin ivi um hesi viðurskiftini. Tað er púra klokkuklárt. Vit hava gjørt eina avtalu við donsku stjórnina í 1992, sum er galdandi fult út. Tað er tí als eingin ivi um, at tað eru føroyskir myndugleikar, sum hava bæði lóggávu- og ábyrgdarøkið og alt sum hartil hoyrir sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í viðmerking til mongu søgurnar, sum hava gingið í seinastuni í fjølmiðlunum um avtaluna, sum varð gjørd millum Føroyar og Danmark í 1992 um ráevni í undirgrundini.


-Alt heldur uppat, um farið verður at sáa iva um hesar spurningar, nú vit føroyingar hava gjørt bæði skatta- og loyvislógir mótvegis oljufeløgunum. -Vit hava gjøgnumført eina lóggávu, og tað skal als ikki vera nakar ivi um, at vit hava kompetansan á økinum.


Men hvat sigur løgmaður til úttalilsi frá føroyskum politikarum um, at avtalan við danir er bara galdandi soleingi danir vilja tað, og at hon byggir uppá, at undirgrundin bara er til láns?


-Nú skal man ansa eftir ikki at fara inn í politiskar snildir í slíkum máli sum hesum. Tað er alt ov týdningarmikið til tess. Vit hava brúk fyri stabiliteti og tryggleika. Tí skulu teir vit hava latið loyvi til at gera kanningar og nú eisini boring her hjá okkum ikki á nakran hátt fara at ivast í, at føroyskir myndugleikar ikki hava fulla kompetansu á økinum.


Anfinn Kallsberg heldur ikki, at tað eru tvær meiningar um hetta mál í tí politisku skipanini, og er hann fullvísur í, at hann kann tala vegna alla ta politisku skipanina, bæði samgongu og andstøðu.


Men hvat sigur løgmaður so til, at eitt nú hansara egnu samgongufelagar gjøgnum árini hava sáað ivað um virðið av avtaluni og víst á, at hon er ikki bindandi nokk fyri danir!


-Sjálvandi er tað soleiðis, at tað í politisku telvingini hava verið mong argument frammi. Nógvar ósemjur hava verið um, hvat okkara skipan byggir á. Men vit mugu staðfesta, at vit hava havt eina lóg, sum vit hava bygt bæði okkara løgting og okkara landsstýri á síðani 1948. So kann ein tjakast um, antin ein er fyri henni ella ímóti. Men hon er so galdandi til nakað annað er avtalað ella avgjørt.