Meðan løgfrøðiligi arbeiðsbólkurin, sum Landsstýrið hevur sett at gera niðurstøðu av bankakanningini, kappast politisku flokkarnir á Fólkatingi og leiðslan í Den Danske Bank um at koma við viðmerkingum um, hvat hvør partur sær heldur skal verða avleiðingin av bankamálinum.
Halda lív í málinum
í Danmark
Den Danske Bank bjóðar endurgjald, og andstøðan í Fólkatinginum hevur sett sær at fáa greiðu á, hvat danska stjórnin gjørdi skeivt, og um ákæra skal reisast fyri brot á landsins lógir.
Bankastjórin í Den Danske Bank er avgjørdur, tá spurt verður, um tað er ringa samvitskan í sambandi við bankasøluna, sum hevur fingið stovnin at bjóða føroyingum endurgjald, áðrenn endaliga støða er tikin til málið í Føroyum og í Danmark?
- Nei, vit kenna okkum ikki at hava skyldina av nøkrum, men tá bankakanningin kemur til ta niðurstøðu, at føroyingar í partabrævaumbýtinum hava mist umleið 200 mió. krónur, so vilja vit lata hesa upphædd í endurgjaldi, fyri at fáa frið um málið, sigur Knud Sørensen.
Tilboð til Fíggingargrunnin
- Hvussu leingi stendur tilboðið, sum líkist einum ultimatum, við?
- Hetta skal skiljast sum eitt tilboð, sum vit hava sett formanninum í Fíggingargrunninum. Nú bíða vit bert eftir at frætta frá Knud Heinesen, sum í farnu viku greiddi løgmanni frá okkara støðu, sigur stjórin í Den Danska Bank.
Hann er ikki bangin fyri at tilboðið órógvar aðrar tingingar um málið. Hetta er bert sett fram sum avleiðing av tí, ið kom fram um Den Danske Bank í frágreiðingini um bankamálið.
- Tá vit seldu Føroya Banka, høvdu vit ta fatan, at Føroya Banki og Sjóvinnubankin vóru eins vánaligir. Um tað nú vísir seg, at Føroya Banki hevði mist meira enn Sjóvinnubankin, so vilja vit gjalda munin, sigur Knud Sørensen.
-Um nú avleiðingin av kanningini verður, at sakarmál verður reist móti Den Danske Bank. Stendur tilboðið um endurgjald so framvegis við?
- Um so verður, so er støðan ein onnur, og so fellur tilboðið burtur. Tað sigur seg sjálvt, at tað er mest náttúrligt, sigur Knud Sørensen.
Óheppið fyri umdømið hjá Den Danske Bank
- Hvat hevur vánaliga umrøðan at týða fyri virksemið í Den Danske Bank?
- Tað er sjálvandi ikki fremjandi fyri umdømi bankans, at vit verða lagdir undir líkt og ólíkt, og tí eru vit til reiðar at gjalda, fyri at fáa enda á málinum.
- Er tað ikki av tí at tit eru bangnir fyri einum rættarmáli?
- Nei, tað eru vit als ikki.
- Hava tit reint mjøl í posanum?
-Tað kann eg vissa teg um, at vit hava, sigur Knud Sørensen.