– Tað eru fleiri møguleikar, men hvønn møguleika, vit brúka, veldst um umstøðurnar.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Nývalda býráðið í Havn fer á fund í kvøld, har tey skulu velja borgarstjóra og varaborgarstjóra í Havnini hesi næstu fýra árini.
Tað er Heðin Mortensen, sum fekk flestar atkvøður á býráðsvalinum í november, sum setir býráðsfundin í kvøld, og sum skipar fyri atkvøðugreiðslini, tá ið nýggjur borgarstjóri og varaborgarstjóri skulu veljast.
Vanliga plaga atkvøðugreiðslurnar vera soleiðis, at býráðslimir reisa seg upp fyri at vísa, hvørjum, teir atkvøða fyri.
Men í sambandi við fundin í kvøld hava keldur innan býráðsgátt í Havn sagt okkum, at Heðin Mortensen ætlar at broyta mannagongdina, so at tað skal atkvøðast við seðlum í kvøld.
Heðin Mortensen sigur, at eftir lógini eru tað fleiri møguleikar, tá ið valið skal vera.
Atkvøðast kann við navnakalli, har hvør býráðslimur verður spurdur, hvørjum hann atkvøður fyri. Atkvøðast kann eisini við, at býráðslimur reisa seg upp fyri at vísa, hvørjum teir atkvøða fyri.
Men í hesum føri kunnu býráðslimir bara atkvøða eina ferð. Tað merkir, at fær uppskotið, tey hava atkvøtt fyri eina ferð, ikki meiriluta, kunnu tey so ikki eisini atkvøða fyri einum øðrum uppskoti.
Men so kunnu býráðslimir eisini atkvøða við seðlum, har teir skriva á, hvørjum teir atkvøða fyri.
– Men talan er ikki um loyniligt val fyri tað, tí navnið á hvørjum einstøkum býráðslimi skal standa á hvørjum atkvøðuseðili, sigur borgarstjórin.
– Tað ber ikki til at hava loyniligt val í einum kommunustýrið, so tað skal verða tilskilað, hvør býráðslimur atkvøðir fyri hvørjum valevni til borgarstjóra og varaborgarstjóra, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Kommunudeildini í innlendismálaráðnum.
Heðin Mortensen sigur, at enn er støða ikki tikin til, hvussu atkvøtt verður í kvøld, tí tað veldst alt um umstøðurnar, og, hvussu nógv uppskot eru at velja ímillum til borgarstjóra.
– Er bara eitt uppskot til borgarstjóra, er kanska ikki neyðugt at atkvøða við seðlum, men er talan um fleiri uppskot, kann tað vera ein betri máti, heldur hann.