­ Vit hava funnið aftur á beint

Tá forsætisráðharrin fór avstað aftur í gjár, aftaná hendingarríkar løtur í náttúruni og saman við føroyingum víða um í Føroyum, kendi hann seg hjartaliga vælkomnan. Hann hevði ikki væntað slíka móttøku. Í viðtaluni sigur hann m.a. hvussu tað kendist at vera tann persónur, sum fekk skyldina fyri allar Føroya lands ólukkur í kreppuárunum

­ Eg havi varhugan av, at vit hava funnið hvønn annan aftur. Tað hava verið tíðarskeið, har vit ikki hava skilt hvønn annan, og eisini tíðarskeið, har vit hava havt stórar trupulleikar. Nú hugsi eg, at vit hava funnið aftur á beint, sigur Nyrup Rasmussen.

Forsætisráðharrin hevur verið virkin frá tíðliga á morgni og út móti náttartíð, sum forsætisraðharri í politiskum arbeiði ella sum formaður í danska Javnaðarflokkinum, á ferð kring landið.

Tað merkist kortini ikki á forsætisráðharranum mánamorgunin, tá Sosialruin hitti hann áðrenn hann fór avstað aftur.

Sunnudagin stóð Suðuroyggin fyri skotum, og har varð vitjað nógvastaðni.


Kaffi, køkur og prát

Ongantíð í lívinum sigur hann seg hava drukkið so nógv kaffi, og smakkað so nógvar, góðar køkur sum í Føroyum. Hann greiðir frá lagkøkum og øðrum køkusløgum, og heldur, at hann fer at síggjast aftur, tí honum dámar so ómetaliga væl køkur.

Í kolanáminum í Hvalba slapp Nyrup Rasmussen at royna seg sum kolanámsarbeiðara.

Hann helt kortini, at borurin ikki var tíðarhóskandi og visti um anna nútímans slag, sum vóru betri, men formaðuriní kolanáminum helt fyri, at teir vóru ikki eins álítandi og teir gomlu.

Stórur munur var á móttøkuni hesferð, og Nyrup Rasmussen hevur tí havt góðar dagar í Føroyum.

­ Serliga merkti munin, tá eg heilsaði uppá fólk á gøtuni í Havn og úti á bygdunum. Øll hava heilsað mær vælkomin,sigur Nyrup Rasmussen.

­ Eg kenni tað sum hava fólk verið hjartalig móti mær,og hava sýnt stórt gestablíðni.

­ Fólk hava sagt mær, at tað var væl at eg kom at vitja. Á bygd søgdu fólk, hvussu fegin tey vóru, at eg kom at vitja teirra bygd, og at tað høvdu tey als ikki væntað. Eg hevði ikki ímyndað mær slíka móttøku.

Spurdur hvussu tað kendist at vera vælkomin í Føroyum, og hvussu hann kendi tað, tá harðast leikaði á, sigur forsætisráðharrin:

­ Ímyndað tær søguna um »Reyðhúgvu og Úlvin», so veitst tú so dánt, hvussu tað kendist. Tað var eins og eg var tann stóri, ljóti úlvurin, sum hevði skylduna av øllum trupulleikunum millum Danmark og Føroyar.

­ Kendi tú teg ongantíð sum Reyðhúgva og at Føroyar vóru úlvurin?

Forsætisráðharrin flennur hjartaliga: ­ Bert í løtum, men tá kendist tað eisini rættiliga ófýsligt. Tað er sama myndin, sum tá danskir fjølmiðlar áhaldandi finnast at mær. Tað havi eg meir enn so verið fyri, men tað er persónliga ikki nøkur góð kensla. Við hvørt kendi eg viðvíkjandi Føroyum, at tað var torført at fáa eina samrøðu í lag, og at samskiftið var ómøguligt.

­ Tí er støðan nú, eftir juniavtalan er fingin í lag, ein dupultur lætti. Fyri tað fyrsta tí vit nú kunnu tosa um framtíðina, men eisini tí at vit kunnu leggja fortíðina aftur um bak. Fortíðin er afturlatið land, ikki bert í orðum, men eg kenni á mær, at føroyingar eisini kenna tað soleiðis.


Náttúrligt samband

­ Hvussu metir tú um framtíðina í ríkisfelagsskapinum?

­ Spyrt tú meg persónliga, so kenni eg tað sum hoyra vit saman í felagsskapinum, men tað er ikki mítt val. Hetta skulu føroyingar sjálvir gera av.

­ Eg haldi, at vit frameftir hava nógv felags, og eisini, at okkara felagsskapur ikki skal gerast upp í lógargreinum og peningi.

Eg haldi, at tað skal gerast upp í okkara søguliga felagsskapi, í vinarlag millum Føroyar og Danmark, og okkara avgerð um, at tað lítla og tað stóra vælferðarsamfeløgini saktans kunnu liva saman í sátt og semju. Vit mugu ansa eftir og verja um tey fáu vælferðarsamfeløgini, sum eru til í heiminum, og sostatt eru fyrimynd fyri onnur samfeløg.

 

Tað er 14. september og tí verður nevnt, at hetta er dagurin fyri fólkaatkvøðuni í 46, at forsætisráðharrin nú fer avstað aftur.

­ Tað hava vit sjálvandi planlagt soleiðis, sigur Nyrup Rasmussen og brosar, men viðgongur síðani, at tað visti hann ikki.

Tað kann sjálvandi eisini verða myndin av tí, sum eg havi sagt um ikki at endurtaka søguna frá 1946, um at komandi fólkaatkvøðan fær breiðast møguligan meirluta í valinum, sum føroyingar skulu taka støðu til. Soleiðis at vit ikki endurtaka 1946, og heldur ikki 1948, tá heimastýrislógin varð sett í gildi. Vit skulu læra av søguni.

­ Um nú fólkaatkvøðan ger av, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, og tað síðani kemur annað stýri, sum vil ríksifelagsskap. Ber til at broyta støðu. Hvussu stendur politiska skipanin í Danmark í hesum spurningi?

­ Tað er at fara langt inn i orðaskiftið um, hvørja leið føroyingar vilja ganga. Eg haldi ikki, at tað er rætt at tosa um hetta nú.


Stóru flokkarnir hugsa longur

­ Hvussu metir politiska umhvørvið í Danmark um spurningin: Føroyar við ella uttanfyri felagsskapin. Er tað kanska lættari fyri donsku politisku skipaninia, um føroyingar ikki vóru í ríkisfelagsskapinum?

­ Tað er lættari at siga hvussu teir stóru, ábyrgdarfullu flokkarnir í Danmark, meta um spurningin. Hervið hugsi eg um teir flokkar, sum ikki bert hugsa fram til næsta fólkatingsval. Flokkar, sum kenna okkara felags søgu og hava verið við til at skriva søguna.

­ Teir vilja, eins og vit skapa samstarv, sum í virðing hvør fyri øðrum, byggir á grundstøði, at vit hava nakað felags, sum vit vilja varðveita.

­ Sjálvandi eru flokkar, sum hava nøkurlunda ta støðu, sum tú sipar til, men tað er ikki meirlutin í Fólkatinginum, sum heldur tað.

­ Heldur tú at vit kunnu verða líka stillað lond, við virðing fyri hvør øðrum, um vit fáa ein posa av pengum frá Danmark?

­ Mín ferð í Eysturoy fyrradagin og í Suðuroy í gjár vísti tað, nevniliga tað menniskjansliga sambandið, sigur Nyrup Rasmussen og leggur aftrat:

­ Tað,sum veruliga hevur nakað at týða er tað, sum ikki stendur í lógargreinum, men t.d. vinskapur og vitan um at vit í felag kunnu lyfta meir, enn um vit lyfta hvør í sínum lagi. So kunnu vit eisini byggja samstarv uppá virðing fyri hvør øðrum.


Blokkurin partur

av samstarvinum

­ Heldur tú ikki, at tað hevur nakað at týða fyri virðing millum líka stillað lond, at peningur er orsøk til samstarvið?

­ Peningur er partur av samstarvinum, og tað er eisini ein partur av danska solidaritetinum mótvegis Føroyum.

­ Kortini ivist eg ikki í, at tað bæði millum føroyskar og danskar politikarar er ynski, um at menningin gongur tann vegin, at Føroyar ikki eru búskaparliga bundnar at Danmark. Tað veit eg væl, men tá veruleikin er sum hann er, so fara vit ikki at renna undan ábyrgd.

­ Vit hava heldur einki ynski um at taka hetta málið fram annan hvønn dag - vit eru ikki í Suðurafrika ella Norðuramerika ella øðrum parti av heiminum.

Vit eru í Norðurlondum og hava einki at reypa av, í so máta. Blokstuðulin meta vit meira sum partur av samstarvinum, og ikki at gloyma: Føroyar geva okkum í Danmark nógv, eitt nú tykkara menniskjansliga samband, sum neyvan finst betur aðrastaðni á okkara leiðum. Hvussu tit hava bygt eitt samfelag, við ongum kriminaliteti at berjast við, og hvussu tit ansa eftir hvørjum øðrum, er meir enn vit kunnu vísa til.

­ Vit hava nógv at læra av tykkum. Sum tú skilir, so haldi eg ikki, at blokstuðulin tyngir okkaramillum.

­ Peningur er bert ein partur av samstarvinum, og í veruleikanum ein fyritreyt fyri, at Danmar og Føroyar kunnu mennast á jøvnum føti.

­ Hevur forsætismálaráðið nakrantíð kannð, um Føroyar kunnu verða blok-stuðulin fyri uttan?

­ Nei, tað hava vit ikki. Tað er spurningur, sum føroyingar sjálvir skulu gera av, í teimum samráðingum, sum vit hava um blokstuðulin. Fyribils er avtalan galdandi í trý ár.

­ Hvussu tá tey trý árini eru farin?

­ Tað velst um, hvat føroyingar siga okkum um tørvin til ta tíð. Tað vil tí vera ein vanlig samráðingarstøða, sum vit kenna og hava brúkt higartil.

­ Er góða juniavtalan ein roynd at fáa Føroyar taka ábyrgd fyri sínum fíggjarpolitikki?

­ Nei, avgjørt ikki. Tað hevur bert verið ein dagskrá frá danskari síðu, viðvíkjandi juniavtaluni.

­ Tað er tann tilsøgnin sum eg gav, tá eg var í Føroyum í januar mánaða í ár, og tann tilsøgnin sum Fólkatingið gav um, at bankamálið skuldi loysast á slíkan hátt, at føroyska samfelagið skal megna at gjalda skuldina á slíkan hátt, at tað ikki nervar føroyska samfelagið fíggjarliga.

­ Tað skuldi gerast soleiðis, at báðir partar kundu váttað og góðtaka eina avtalu, har báðir partar vóru nøgdir og kundu siga, at nú høvdu vit funnið eina loysn, sum báðir partar kunnu liva við. Tað var tað er lovaði føroyingum, og eg havi hildið orð. Meir er ikki í hasum, sigur Nyrup Rasmussen.

­ Tað veruliga í hesum er, at okkara samfeløgini hava enn einaferð prógvað, at okkara felags søga, mentan og felags virðir, eru sterkari enn tann megin, sum vil skilja okkum.

­ Vit hava enn einaferð megnað at fáa í rættlag eina støðu, sum skiltu okkum í treiskni og tvørtur um mark, og sum vísti á nakra náttúrliga niðurstøðu.

­ Í veruleikanum, haldi eg, tá vit líta aftur um bak, at okkara bond eru sterk, tí vit altíð hava vunnið á sjálvt tungastu kreppunum, sum hava verið.

Hann nevnir, at tá tað eydnaðist føroyska samfelagnum at koma so skjótt fyri seg aftaná kreppuna, so var tað einamest føroyingum fyri at takka. Henda kreppan var so álvarlig, at hon ikki nøkrum, sum hevur verið í vesturheiminum í nýggjari tíð.

­ Vit siga vanliga um húsabygging og hjúnarbandið, at um hjúnarbandið heldur til ein húsabygging, so heldur tað tilalt. Kann hugsast at ein slík kreppa millum Danmark og Føroyar ger, at bæði londini kom styrkt undan kreppuni?

­ Ja, tað haldi eg avgjørt.

Eg haldi meg fyri hvørt ár læra føroyingar og føroyska samfelagið betur at kenna, ikki bert í barnsligari merking, men eisini á anna hátt. ­ Her hugsi eg um, tá vit í gjár sigldu framvið Lítla Dímun, sá eg eitt lítið hús undir fjallinum.


Heldur tosa um samstarv

Eg hugsaði um, hvussu hetta húsið kundi verða bygt har, og um byggisniðið,sum eg ikki havi sæð aðrastaðni.

­ Tá hugsaði eg, at tá føroyingar kundu byggja húsið á Lítlu Dímun, so kunnu vit - í víðari merking - eisini umbyggja húsini í felag. ­ Styrkja um húsini og snøgga um tey, víðka um og seta fleiri vindeygu í ­ ikki so nógv orðaskifti um prísin, sum vit máttu gjalda fyri kreppuna, men meira um samstarv í framtíðini, sigur Poul Nyrup Rasmussen.