- Vit hava ikki dripið Madeleine

Foreldrini hjá Madeleine McCann eru í øðini, eftir at bløð í Portugal hevur borið tíðindi um, at 4 ára gamla Madeleine bleiv ikki burturflutt, men myrd á hotallinum í Paria de Luz

- Kate og eg eru sannførd um, at Madeleine bleiv burturflutt úr íbúðini, og at hon er á lívi, segði Gerry McCann vi sjónvarpið Sky í gjárkvøldið.

 

- Hvat hendi henni, vita vit ikki, og vit vita heldur ikki, hvar hon er. Men vit hava ikki dripið hana, segði hann við sjónvarpið.

 

Fleiri portugisisk bløð siga frá keldum innan løgregluna, at tað tykist rættiliga vist, at eitt ella annað hendi Madeleine McCann inni í íbúðini, har hon lá og svav um kvøldið tann 3. mai. Blóðblettirnir, sum løgreglan hevur funnið í kamarinum, verða nú DNA-kannaðir fyri at fáa staðfest, um teir stava frá bretsku gentuni.

 

Sambært portugisisku bløðunum hevur løgreglan illgruna tilGerry og Kate McCann, og løgreglan hevur eisini avhoyrt nøkur vinfólk teirra.