Samanlegging
- Eg dugi ikki at siga, um vit vildu verið við í samanleggingini ella ikki. Men sitandi bygdaráð hevur so einki høvi fingið til tess. Vit hava onga innbjóðing fingið um at vera við í sameiningarbólkinum, sum tær seks kommunurnar, ið atkvøddu um samanlegging týsdagin, hava havt sitandi.
.Bygdaráðsformaðurin á Eiði, Tordur J. Niclasen, vísir til úttalilsini hjá Heðini Zachariassen, bygdaráðsformanni í Hvalvík, sum hevur sagt, at Eiðis kommuna er boðin at vera við í samstarvinum við hinar kommunurnar.
- Vit mugu ikki blanda tingini saman. Tað, sum Heðin sipaði til, er samstarv og ikki samanlegging.
Samstarv alneyðugt
Tordur leggur dent á, at Eiðis bygdaráð hevur ikki havt møguleikan at leggja málið um samanlegging út til fólkaatkvøðu, tí sitandi bygdaráð hevur ikki fingið møguleikan at vera við í sameiningarbólkinum. Ei heldur hava hinar kommunurnar, sum vóru við í sameiningarbólkinum, vent sær til Eiðis bygdaráð um víðkað samstarv.
- Men vit eru avgjørt áhugaðir fyri gagnligum samstarvi við hinar kommunurnar, og vit halda eisini, at vit hava nakað at bjóða suðureftir ? eftir nærri fyrisettum avtalum, sum Tordur tekur til.
Tordur vísir á, at nýggj ítróttarhøll júst er bygd á Eiði, og hann heldur, at henda íløga átti at komið øllum økinum til gagns. Á Eiði er eisini fótbóltsvøllur, sum bygdirnar sunnanfyri eisini brúka.
Heilt síðan Felagsskúlin á Oyrarbakka varð bygdur, hevur Eiðis kommuna verið við í samstarvinum um skúlan. Annað samstarv millum Eiði og hinar grannabygdirnar er læknin, sum hoyrir til økið.
- Eg haldi, at tað er neyðugt at samstarva, og nú ymiskar uppgávur aftrat skulu leggjast út til kommunurnar at umsita, er hetta alneyðugt ? ikki bara her um okkara leiðir, men kring alt landið, har tað annars er møguligt, sigur hann.
Sum áður
Spurdur, um Eiðis bygdaráð fer at taka nøkur stig, nú fimm kommunur har norðruri í Streymoy og Eysturoy hava gjørt av at leggja saman, sigur Tordur J. Niclasen.
- Nei, tað haldi eg ikki. Vit fara framhaldandi at húsast innan teir karmar, vit hava. Hinvegin er ógjørligt at siga longu nú, hvat henda samanlegging fer at merkja, og hvussu samstarvið millum kommunurnar her í økinum fer at síggja út í framtíðini, sigur bygdaráðsformaðurin á Eiði.