20. mars varð nýggja áhugafelagið Hagafelag Føroya stovnað, sum fer at arbeiða fyri rættinum hjá øllum at ganga frítt í haganum. Felagið ynskir at skipa viðurskiftini við útlendskum ferðafólki betur, men burtursæð frá tí, so vilja tey hava, at mann kann ganga frítt í haganum uttan at boða frá. Endamálið hjá felagnum er beint mótsatt tí, sum Bónda- og Óðalsfelagið standa fyri.
- Eg dugi ikki at skilja boðskapin hjá felagnum, sigur Niels T. Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum.
- Vit hava ongantíð noktað nøkrum at fara í hagan og hava heldur ongantíð rópt upp um, at føroyingar ikki skulu sleppa at ganga í haganum. Vit siga ikki, at einkultpersónar skulu ringja og biðja um loyvi. Tú kanst ganga allastaðni í haganum eftir bygdagøtunum. Tað stendur púra greitt í lógini, hvussu mann skal fyrihalda seg til gongu í haganum, sigur hann.
Les longri samrøðu við Niels T. Pedersen í Vikuskiftis Sosialinum, har vit hava stórt tema um atgongd til hagan.
Les eisini: - Hetta kunnu vit ikki góðtaka