- Vit hava positivt valt skeinking frá

John William Joensen, kunningarleiðari fyri stóra familjutiltakið, sum Føroya Sjómannadagur í Klaksvík er, sigur, at nevndin aftanfyri tiltakið positivt hevur valt ikki at hava skeinking á stevnuøkinum - Tað er rætt, at tað hevur verið upp á tal hesaferð at hava skeinking á stevnuøkinum, men vit hava tikið avgerð um, at so verður ikki. Vit halda ikki, at skeinking riggar inn í konseptið við Føroya Sjómannadegi, sum í fyrsta lagi er ein dagur fyri familjuna. Øll tiltøkini eru ókeypis, og tað er bara maturin, ið fólk vilja hava, sum verður keyptur. Vit hava bevíst gjørt tað soleiðis, at foreldur, sum eru við børnum, ikki skulu noyðast at renna til hetta og hatta, sum kostar pening, meðan tey eru á sjómannadegnum.

Tað sigur John William Joensen, sum er kunningarleiðari fyri Føroya Sjómannadag.

Hann vísir á, at skuldi nevndin bjóðað skeinking á stevnuøkinum, hevði verið neyðugt við heilt aðrari fyriskipan og trygd.

- Neyðugt hevði verið at hegnað økið av og havt eftirlit við, hvør kom inn, og hvør fór út. Vit halda ikki, at hetta riggar til konseptið við Føroya Sjómannadegi, sigur John William.

Hinvegin, sigur hann, at fyrireikararnir hesaferð hava lagt uppaftur størri dent á trygdina við tað, at bæði samarittar og vaktir verða á stevnuøkinum.

- Eitt er so, at skeinking ikki verður á stevnuøkinum. Annað er, at klaksvíkingar eru óføra blíðir, sum hann tekur til.

Haraftrat kemur, at langur leygardagur verður í Klaksvík leygardagin og øll støð og handlar, sum vanliga hava opið ein slíkan dag, eisini verða opin leygardagin.

- Hetta er fyrstu ferð, at ókeypis verður at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin á Føroya Sjómannadegi. Veðurmenninir siga eisini frá góðum veðri, og tí vænta vit at síggja rættiliga nógv fólk her norðuri leygardagin, sigur John William Joensen.