-Vit hava verið undirbetaltir seinastu 11 árini

Álitismaðurin hjá SEV, Hjalmar N. Poulsen, vísir staðiliga uppáhaldinum hjá landsstýrismannum í fíggjarmálinum aftur um, at maskinmeistararnir hjá SEV fáa 40% meir í løn enn ein maskinmeistari fær í miðal aðrastaðni. Hann heldur hinvegin, at teir hava verið undirbetaltir seinastu 11 árini

Tað skortar ikki við nei-ligum lýsingarorðum, tá Hjalmar N. Poulsen verður biðin at lýsa framferðina hjá landsstýrismanninum, Bárði Nielsen, í málinum um sáttmálaósemjuna millum Maskinmeistarafelagið og SEV.

Hjalmar N. Poulsen er maskinmeistari hjá SEV á vatnorkuverkinum í Vestmanna, og hann hevur starvast á SEV síðan 1973.

Seinastu vikurnar hevur Hjalmar N. Poulsen, ið eisini er álitismaður hjá SEV, skrivað fleiri hvassorðað lesarabrøv, har hann hevur viðgjørt ósemjuna millum SEV og Maskinmeistarafelagið.

Seinasta lesarabrævið hjá Hjalmari snýr seg um viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum á løgtingsins røðarapalli mikudagin, tá Bárður Nielsen vildi vera við, at SEV rindar sínum maskinmeistaraum 40 % hægri í løn enn ein miðal maskinmeistari fær aðrastaðni.

Hjalmar N. Poulsen vísir staðiliga uppáhaldinum hjá Bárði Nielsen aftur.

Burturvið
Í Sosialinum í dag ber til at lesa eitt lesarabræv frá Hjalmari N. Poulsen, har hann staðiliga vísir aftur uppáhaldinum hjá landsstýrismanninum. Í lesarabrævinum skrivar hann:

-Pástandur hansara bygdi, sum skilst, á, at viðbøtur og yvirtíðsútgjaldingar vóru órímuliga høgar í mun til aðrar sáttmálar av slíkum slag. Út frá hesum sjónarmiði, væl at merkja, um hetta er satt, kann mann einaferð aftur ásanna, at maðurin er rættiliga óseriøsur.

Hjalmar N. Poulsen vísir á, at arbeiðið hjá maskinmeistarunum er rættiliga krevjandi, og at stórur partur av arbeiðnum er uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

-Uttan mun til um tað er ólavssøka, páskir, jól ella nýggjár, so eru vit noyddir at vera til arbeiðis. Tað er ein rúgva av tímum, sum liggja uttanfyri vanligu arbeiðstíðina, og sjálvandi skulu vit hava nakrar krónur afturfyri tað. Nakað heilt annað er tað, at tað, vit fáa fyri yvirtíðina, eru láturligar upphæddir, sigur hann.

Hjalmar N. Poulsen heldur, at Bárður Nielsen beinleiðis villeiddi løgtingið mikudagin, tá hann segði, at SEV rindar sínum maskinmeistarum 40% meir í løn enn ein maskinmeistari fær aðrastaðni.

- Tað er fullkomiliga burturvið, at landsstýrismaðurin ger viðbøtur og mistan verkfalsrætt upp í prosentum, tí tað kann ikki gerast upp í prosentum. Hann tekur púra ókritiskt nøkur tøl úr leysari luft, og leggur tey afturat okkara sáttmála. Tað ber snøgt sagt ikki til at rokna okkara grundløn eftir, hvat vit fáa í yvirtíð, vísir hann á.

Hjalmar N. Poulsen undrast stórliga á, hví eingin í løgtinginum talaði at, tá landsstýrismaðurin vildi vera við, at lønirnar hjá maskinmeistarunum vóru hægri enn hjá restini av maskinmeistarunum.

Lønargjógv
Í farnu viku kom fram í ljósmála, at grundlønin hjá maskinmeistararnir hjá SEV er millum 8-12% lægri enn hjá øðrum maskinmeistarum í landinum.

-Í 1994 játtaðu vit at fara niður við 8,7 % í løn, tí búskaparstøðan var so hættislig. Vit fingu tá lovað, at lønarmunurin skuldi javnast út aftur, tá betri tíðir komu, men hetta er ongantíð hent. Seinastu 11 árini hava vit verið undirbetaltir, og teir skylda okkum løn síðan 1994, og nú er tolið uppi, sigur álitismaðurin hjá SEV.

Hann heldur, at Maskinmeistarafelagið sanniliga hevur víst samfelagsinni, og í nógv ár hildið aftur í lønarsamráðingum, men nú er ovboðið.

Lítil Boks.

Vit royndu fyrrapartin at fáa orðið á landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen, til eina viðmerking, men tað eydnaðist okkum tíverri ikki.