Vit innflyta meir í ár

Hagstovan upplýsir á heimasíðu sínari, at innflutningurin er øktur við seks prosentum fyrstu átta mánaðirnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

 

Tað er ein munur á 248 mió., úr 3.882 mia. upp í 4.129 mia.

 

Tað er serliga maskinur og amboð til vinnuligt virksemi, ið umboðar tann størsta vøksturin, 169 mió. meir í ár, meðan brennievni hevur størstu minkingina. Tað er innflutt fyri 159 mió, minnið enn í fjør. Tað er mest prísurin á brennievninum, ið ger tann størsta munin. Nøgdin er áleið tann sama.

 

Sí meir útgreina tøl á heimasíðuni hjá Hagstovuni, ið tú kann síggja her.