- Vit kundu lært av Vágsfirði

Bæði Dorete Bloch, leiðari á Náttúrugripasavninumm, og Janus Hansen, lívfrøðingur, halda tað vera rætt at kippa dálkaða fuglin í Vági heldur enn at reinsa hann. Men Janus Hansen metir, at vit kundu brúkt hetta til at fyrireika okkum, um ein størri oljudálking kom, ið av álvara hótti fuglin

DÁLKING

 
 
 
Í Sosialinum í gjár vóru nakrar ótespiligar myndir at síggja frá Vágsfirði, sum enn er oljudálkaður, eftir at leki kom á ein av tangunum hjá SEV í Vági fyri góðum mánaði síðani.
Úr Vági frættist, at tilsamans vita fólk um einar 30 fuglar - serliga æður – sum eru funnar og kiptar.
Dorete Bloch, stovnleiðari á Føroya Náttúrugripasavni, sigur, at tað sjálvandi er óheppið, tá slíkir lekar henda, men at tey í hesum førinum bóru skjótt at, og tað er rætt ikki at nýta kemikaliir at reinsa økið frammi við landi við, av tí at hetta ivaleyst hevði sokkið niður á botn og ávirkað tey dýrini, sum æðan etur.
Hon vísir á, at tá talan er um einar 30 fuglar hevur hetta einki at siga fyri sjálvan stovnin, og tað harafturat er sera trupult at reinsa slíkan fugl.
Dorete Bloch minnir á støðuna eftir seinna heimsbardaga, tá skip í hópatali vórðu søkt, og olja fleyt á høvunum. Men hóast hetta dálkaði, týndi tað ikki eitt nú æðustovnin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eingin tilbúgvin á økinum
 
Janus Hansen er lívfrøðingur og næstformaður í Føroya Fuglafrøðifelag.
Hann metir, at á ein hátt er ikki neyðugt at fara undir at reinsa fuglin, sum er dálkaður á Vágsfirði, av tí at hetta ikki ávirkar stovnin. Hinvegin er hann ikki sørt ivasamur, tá sagt verður, at talan bert er um einar 30 æður.
- Talið kennir eingin, tí tað krevst, at onkur dugir at telja fugl, sigur Janus Hansen og leggur afturat, at tann stóri trupulleikin kann taka seg upp, um vit verða rakt av einum oljuleka, sum hóttir stovnin, tí vit hava onga tilbúgving á hesum økinum.
- Um ein vildi fyrireikað seg til eina stóra dálking, kundi man brúkt hetta til at lært seg, sigur Janus Hansen.
Lívfrøðingurin heldur, at teir almennu myndugleikarnir áttu at borið so í bandi, at greiðar mannagongdir vórðu skipaðar, og at t.d. Náttúrugripasavnið kundi samskipað hetta arbeiðið.
- Vit hava onga almenna ætlan um, hvat skal gerast, og tá ein vika er farin, er ov seint, sigur Janus Hansen um støðuna, um Føroyar vórðu raktar av eini stórari oljudálking.
Hann metir, at í tí konkreta døminum á Vágsfirði er best at kippa fuglin, av tí at hann er so illa dálkaður, men hann vísir á, ayt um dálkingin var størri, hevði verið neyðugt at vitað, hvat gerast skuldi.
Janus Hansen sigur, at aðrastaðni verður við jøvnum millumbilum talt fram við strondunum, hvussu nóvu fuglur er skolaður upp á land, og um hann t.d. er oljudálkaður.
- Hetta hevði borið væl til, men onkur má samskipa hetta, sigur Janus Hansen.