Vit kundu verið við í flogfarinum

- Ferðamannaskrivstovan, sum seldi okkum bussferðaseðlarnar, hevði beint tá sent vinmenn okkara við vanlukkuflogfarinum til Phuket. Men av tí, at vit vildu spara pengar, ynsktu vit heldur at koyra hagar í 10 tímar við bussi, sigur Durita Waag Høgnesen, sum saman við trimum føroyskum vinkonum er í Tailandi. Til alla lukku komu teir báðir svensku vinmenninir frá vanlukkuni við lívinum

Teir fýra føroysku fjakkararnir Elin Hansen, Anna Berg, Gunnva Brockie og Durita Waag Høgnesen, sum fóru við bussi til Phuket, kundu eins væl farið við vanlukkuflogfarinum saman við svensku vinmonnunum.

- Ferðamannaskrivstovan, sum seldi okkum bussferðaseðlarnar, hevði beint tá sent fleiri fólk við vanlukkuflogfarinum. Men av tí, at vit vildu spara pengar, ynsktu vit heldur at koyra 10 tímar við bussi, sigur Durita Waag Høgnessen.

Teir báðir svensku vinmenninir sótu beint við neyðdyrnar í flogfarinum, og sluppu út í evstu stund. Í dag verða teir skírdir hetjur í heimlandinum Svøríki, tí teir bjargaðu fleiri ferðafólkum úr brennandi flogfarinum.

- Vit fingu boðini um vanlukkuna í sjónvarpinum á ferðamannaskrivstovuni, men tá vistu vit ikki fyri vist, um tað var teirra flogfar, ella eitt annað av teimum mongu, sum skuldi fara um somu tíð. Tað var sera vánaligt veður, toran gekk og tað regnaði illa. Flogvanlukkan hendi, meðan vit koyrdu í bussinum til Phuket. Tá ringdi systir Gunnvá heima úr Føroyum til okkara, at hoyra um alt var í lagi. So meðan vit koyrdu við bussinum, sótu familjurnar í Føroyum og fylgdu við á internetinum, um vinmenninir vóru við í flogfarinum.


Nógvir útlendingar

Tað var sunnumorgunin um 10 tíðina føroyska tíð, at ein syndarlig flogvanlukka hendi á flogvøllinum í Phuket í Tailandi. Í flogfarinum vóru 123 ferðafólk, harav í minsta lagi 91 lótu lív. 55 av teimum deyðu vóru útlendingar, og 36 vóru tailendingar. Tilsamans vóru umleið 70 útlendingar umborð. Sambært vitnum, var veðrið sera vánaligt har um leiðir í sunnumorgunin, við nógvum vindi og ógvusligum ælingi. Roknað verður við, at kraftigur síðuvindur var orsøk til vanlukkuna.

Sambært svenskum miðlum, eru tveir svenskir tannáringar millum tey deyðu. Ein teirra er longu funnin, meðan hin framvegis er saknaður. Millum tey deyðu eru eisini borgarar úr Ísrael, Írlandi, Australia og Bretlandi.


Fingu boð úr Føroyum

- Vit vóru ræðuliga bangnar, tí vit vistu onki. Og meðan vit koyrdu í bussinum til Phuket, fingu vit boðini um, at tað var flogfar teirra, og at øll helst vóru deyð. Vit royndu at ringja og sms’a til teir, men fingu onki svar, og tá fingu vit sjálvandi illgruna um, at tað var enda galið, og vóru púra knústar. Men seinni fingu vit boð úr Føroyum um, at tveir sviar um 25 ár vóru á lívi. Tá vóru vit øgiliga glaðar, tí vit roknaðu ikki við, at tað vóru so nógvir sviar í tí aldurbólkinum í flogfarinum.


Vinmenn vóru við


Tær lærdu sviarnar at kenna fyri trimum døgum síðani í einum lítlum býi uttan fyri Bangkok, har tey búðu saman í einum húsbáti. Allan tann fyrsta dagin hugnaðu tey sær saman, vaskaðu fílum og fóru síðani at ríða við fílum úti í skóginum saman. Síðani fóru tey við hvør sínum bussi til Bangkok, har tey avtalaðu at møtast. So har fingu tey eisini ein dag saman, vóru úti og ótu góðan mat og fóru í býin saman um kvøldið, til einaferð um trítíðina um náttina. Dagin eftir skuldu øll til Phuket, har tey skuldu møtast aftur.

- Vit keyptu ferðaseðil á somu skrivstovu, men fyri at spara pengar, vildu vit heldur koyra við bussi, meðan teir vildu við flogfarið, sigur Durita, sum vísir á, at sviarnir tóku synd í føroysku gentunum, tí tær skuldu koyra so leingi í bussi, meðan teir fóru at flúgva í ein tíma.

Og hon greiðir víðari frá, at í Phuket fingu tær at vita, at tey deyðu vórðu send á eitt sjúkrahús, meðan tey livandi vóru á einum øðrum.

- Vit fóru so at leita, og við góðari hjálp frá starvsfólkunum á sjúkrahúsinum, funnu vit útav, at svensku vinirnir vóru farnir haðani til gongu. Og hóast tey ikki vistu, hvagar teir vóru farnir, settu tey eina kanning í verk, so vit fingu navnið á hotellinum, sum teir fóru á. So nú hava vit lagt eini boð á hotellið, har teir hava skrivað seg inn, tí teir eru farnir á flogvøllin at fáa nýtt pass og líknandi, sigur ein lættað Durita, sum nú bíðar eftir at sviarnir seta seg í samband við tær.


Krasjaði við lending

Svenska blaðið Aftonbladet hevur prátað við 25 ára gamla Christoffer Marken, ið var millum tey fáu, sum komu undan flogvanlukkuni við lívinum. Eisini vinur hansara Erik Nihlén slapp úr flogfarinum í evstu stund.

– Tað kendist sum um, at trupulleikar við lendingini gjørdu, at flogskiparin royndi at fáa flogfarið at fara uppfrá aftur. Í staðin krasjaði tað uttanfyri lendingarbreytini, sigur Christoffer Marken, sum varð innlagdur á eitt lasarett í býnum. Beint sum flogfarið rendi á, fór tað sundur í tvey og eldur kom í. Bert eini 20 ferðafólk komu út, nógv teirra illa meiðslaði og brend.

Av tí, at Christoffer og vinmaðurin sótu næst neyðútgongdini, eydnaðist tað teimum at fáa hurðina upp og at leypa út á vongin. Meðan Christoffer fekk hurðina upp, hjálpti Erik ræðsluslignu fólkunum út og burtur frá hurðini.

– Har var nógvur vindur og ógvuligur ælingur. Kortini fingu vit fleiri skríggjandi og skelkaði fólk yvir í tveir sjúkrabilar, sigur Christoffer, sum misti brillurnar, og tí ikki sá so væl. Teir báðir ungu sviarnir komu frá vanlukkuni við smærri snuddum.

– Men vit eru sjálvandi sera skelkaðir báðir tveir, sigur Christoffer.


--


Sum vanligt, tá fólk fjakka, blogga føroysku genturnar á internetinum.



13. september skrivar Durita soleiðis: Í morgin fara vit til ein bý uttanfyri Bangkok. Fara at ríða á fílum, síggja tikarar og nógv annað spennandi! Síðan gongur leiðin til Suður Tailand at njóta lívið. Gleða okkum til strendurnar, at sóla okkum, dykka osv! =) Fara fyrst til Pucket, Ko Phi Phi og so til Koh Phangan har tað verður fullmoon party, 15-20.000 fólk sum ballast á eini strond. Garr wilt! =) Aftaná gongur leiðin aftur til Bankok, har vit verða í eina nátt áðrenn vit flúgva víðari til Kina! =)


--


14. september skrivar Anna:

Tað fantastiska Tailand - OH MY GOD her er bara so deiligt at verða. Her er bíligt og fólkini eru fitt... Vit komu aftur frá túrinum í Vestur Tailandi í gjárkvøldið. Túrurin var mega góður, vit hava vaskað og ríða á fílum...


--


14. september skrivar Gunnva:

.. Sidani gongur leiðin til Phuket, har vit hava fríðar teymar, ætla okkum at vitja Koh Phi Phi og Koh Phangan (har tað stora Fullmoon Party er fyri backpackarar). Vit gleða okkum nógv at síggja sjógv aftur, vit føla okkum so inniklemmaðar uttan at síggja sjógv.. :)


--


Fakta um flogfarið


Flight: OG 269

Flogtypa: MacDonnel Douglas MD-82.

Eigari: Lágprísfelagið One-two-go, sum er dótturfelag hjá Orient Thai

Farleið: Úr Don Muang flogvøllinum í Bangkok til Phuket international airport.

Ferðafólk: 175

Motorur: Pratt & Whitney JT 8D217 A/C

Ferð: 692 km/h

Hædd: 11.200 m

Røkkur: 3.500 km