Vit kunnu gerast nógv betri

Helgi Winther Olsen ivast ikki í, at tað finnast hópur av fimleikatalentum í Føroyum, men umstøðurnar hjá hesum at mennast eru so langt ífrá nóg góðar. Hvørki tá veldst um venjingar- ella kappingarumstøður

 

Fimleikur

Orð: Jákup Mørk

Myndir frá Oyggjaleikunum: Álvur Haraldsen


- Tá eg datt og var komin niður, vendi eg mær beinanvegin, og hugdi eftir tærnum. Tær rørdu seg, so tað einasta, sum eg hugsaði, var, at so varð talan ikki um koyristól í framtíðini. Annars royndi eg bara at liggja stillur, meðan sjúkrabilurin kom eftir eftir mær, og næstu fýra tímarnar var eg nærum frá mær sjálvum av ræðslu. Tað kundi jú verið, at eg hevði brotið ryggin.

Soleiðis byrjar størsti føroyski gullslúkurin á júst lidnu Oyggjaleikunum, tá vit byrja prátið við at spyrja, um hann hevði droymt um sjey gullmerki á Oyggjaleikunum, tá hann hin 26. mars í ár var áhaldsin undir eini íðkan og breyt sær beinið.

- Tá hevði eg so onga ímynd um, at eg yvir høvur kundi vera við á Oyggjaleikunum, heldur hann fram.


Læknin segði 6 mánaðir

Tá hann seinni fekk at vita, at tað í øllum førum ikki var somikið álvarsligt, spurdi hann sjúkrasystrina, sum var har, hvørjar møguleikar hon helt vera fyri, at fimleikarin skjótt kundi fara undir aftur ítróttina.

- Hon fór so út eftir læknanum, og boðini frá honum vóru, at um tríggjar mánaðir kundi eg so spakuliga byrja at ganga aftur. Eina viku seinni varð eg so aftur kannaður, og tá vóru boðini seks mánaðir uttan fimleik.

- Eg tosaði so við pápa mín (Sølvi Winther Olsen, ítróttalækni, blðm.) og við fysioterapeutin, tí eg dugdi ikki sjálvur at síggja, hví eg ikki skuldi venja. Eg fekk stigið á beininum, og sjálvt um tað var við pínu, so gekk tað støðugt framá.

Spurdur, um pápin, ið sjálvur er lækni, ikki var eitt sindur skeptiskur um hetta, svarar Helgi, at tað var hann sjálvandi.

- Hinvegin vóru bæði hann og fysioterapeuturin eisini skeptiskir um boðini frá læknanum. At hann skuldi krevja ein somikið drúgvan steðg. Trupulleikin var, at tað var ómøguligt at síggja, hvussu djúpur fraktururin niður ígjøgnum lærbeinið var. Talan er um eitt ógvuliga sjáldsamt brot, og skaðin var eisini tikin upp á stevnu millum læknarnar.

- Eingin tordi at taka ábyrgdina av at siga, at so og so nógv kanst tú gera, so tað var í stóran mun upp til mín sjálvan at royna. Tíbetur gekk tað so kortini væl.


Skal á hægri støði

At vera fyri einum sovorðnum óhappi, fyri síðani góðar tríggjar mánaðir seinni at vinna sjey gullmerki á Oyggjaleikunum. Er tað so ikki eitt tekin um, at støðið á leikunum er ov lágt til besta føroyska fimleikaran í løtuni?

- Tað kanst tú á ein hátt siga, men hinvegin var eg heldur ikki fullkomuliga einaráðandi i kappingunum. Tað var jú ikki soleiðis, at eg var nógv betri enn hinir, sigur Helgi.

- Kortini er tað soleiðis, at tá tað eru somikið fáir, sum gera tær torføru íðkaninar, so verður tú løntur, um tú gert eina roynd.

Fyri tveimum árum síðani, var Helgi partur av føroyska liðnum, sum var við á sonevndu Friendly-Games, sum vórðu hildnir á Ynos Mon. Ta ferðina varð hann kosin sum besti mannligi fimleikarin á stevnuni, men úrtøkan var ikki eins stór, sum hon var hesaferð. Trý gullmerki og fýra silvurmerki gjørdist talan tá um, og Helgi ásannar eisini, at hann hevur ment seg nógv, síðani tá.

- Nú varð eg sjálvandi eitt sindur einaráðandi, tí torleikastigið hjá mær var hægri, men eg haldi eisini, at kappingarnar vóru javnari tá. Tað vóru fleiri fimleikarar, sum royndu tey torføru tingini.

- Sjálvandi eri eg komin upp á eitt hægri støði sjálvur, men lutfalsliga var kappingin ikki eins sterk hesa ferð. Nú skal eg so avgjørt ikki taka nakað virði frá teimum heiðursmerkjum, sum eg nú havi vunnið, men tað er so eisini tí, at eg nú eri komin longur fram, og at Oyggjaleikirnir tískil ikki eru á tí støðinum, sum eg vanliga kappist á.

- Tú kanst samanbera tað við støðuna, tá fótbólturin var við fyrstu ferð. Tað var ov lætt hjá teimum, og teir bukaðu alt av. Tá ræður tað um at koma víðari, og tað er so eisini tað, sum eg ætli mær.

- Eg skal fyrst við fyri at læra. Sjálvt um endi aftast í onkrari av teimum stóru kappingum, so læri eg av at vera við. Læri, hvussu mannagongdirnar eru, og ikki minst um tað trýstið, sum tá er á. Tað er júst tá, at tú skalt vísa alt tað, sum tú hevur vant í mánaðunum upp til kappingina.


Fýra ár í Danmark

At Helgi hevur ment seg somikið nógv, sum hann hevur seinnu árini, kemst sjálvandi av, at hann seinastu fýra árini hevur gingið niðri í skúla undir sonevndu Team-Danmark skipanini. Hetta er ein skipan, har evnarík ítróttafólk hava møguleika at taka eina miðnámsútbúgving, sum vanliga tekur trý ár, upp á fýra ár. Tímatalið til skúlan er minni - einar 20 tímar um vikuna - men harafturímóti verður krav sett um, at tímatalið til venjingar er stórt.

Vant verður tvær ferðir um dagin. Um hálvan annan tíma fyrrapart og so einar tríggjar tímar um kvøldið, og alt í alt gevur hetta góðar 20 tímar um vikuna, og tá er tíð til ferðin, brúsu og annað, sum er tengt at venjinunum ikki roknað við.

- Størsti munurin í hesum er, at eg í fýra ár havi havt somikið góðar umstøður at venja. Eitt er, at hevði eg havt ein venjara her heima, so hevði eg sjálvandi kunna lært okkurt, men við umstøðunum her heima, so er fullkomuliga ómøguligt at koma upp á tað støðið, sum eg kann røkka í Danmark.

- Sum er, kann eg venja tað, sum eg dugi, heima í Føroyum, men eg eri rættiliga vísur í, at eg hevði ikki kunnað lært tað her heima. Tá tú skalt blaka teg runt í onkrari íðkan fyri fyrstu ferð, og tú veitst, at tað er stórur møguleiki fyri, at tú ikki kemur heilt runt, so er tað ikki ein serliga hugnaligur tanki, at tú kanska lendir við høvdinum fyrst á einum hørðum gólvi.

- Kapasiteturin er sjálvandi eisini størri í allar mátar. Tú hevur venjarar, sum eru serútbúnir til at venja fimleikarar á høgum støði, men eisini hevur tað nógv at siga, at mentaliteturin á staðnum er hin rætti. Tað er vanligt, at nógv verður gjørt við venjingina.


Nógvar manglar

Skúlaskeiðið hjá Helga er nú liðugt í hesum umfarinum, men hetta merkir tó ikki, at hann á nakran hátt hevur ætlanir um at sleppa fimleikinum.

- Nú eri eg so komin hartil, at eg kann velja, um eg ætli at royna meg enn meira ella ikki. Um eg venji hart, og alt gongur væl, so kann eg koma upp á eitt somikið høgt støði, at kann royna meg í altjóða kappingum, men har restar nógv í. Rættiliga nógv.

- Higartil havi eg sum bert lagt grundina til at royna meg víðari. Tað, sum eg dugi nú, er tað, sum fimleikarar í Danmark og Russlandi duga, tá teir eru 10 ára gamlir fyri at siga tað grovt. Nú skal eg so royna at koyra eina sera konsentreraða venjing komandi tíðina, soleiðis at eg kann bøta um mínar manglar.

- Tað verður sera strævið, men eg havi hug til at royna tað, og tí ætli eg mær at taka eitt sabbat-ár, har eg arbeiði eitt sindur, men annars geri nógv við venjingina. Aftan á verið eg so noyddur at útbúgva meg víðari, og tá má eg so royna at samskipa útbúgving og venjing onkursvegna. Eg kann ikki longur sleppa at lesa undir Team-Danmar skipanini, men tað skal bera til á onkran hátt.


Ringar umstøður í Føroyum

Umframt at Helgi sjálvur varð nærum krýndur við gullið á Oyggjaleikunum, so hendi eisini tað, at føroysku fimleikararnir yvirhøvur stóðu seg betri hesaferð, enn tey gjørdu fyri tveimum árum síðani.

Ein av orsøkunum er ivaleyst, at nýggi landsliðsvenjarin, Henrik Berthelsen, hevur givið fimleikinum ein veruligan íblástur, men Helgi heldur kortini, at støðið í Føroyum er hækkað sum heild.

- Eitt er at Henrik er settur sum venjari. Tað, sum er so sera týdningarmikið við honum, er, at fólk trúgva tí, sum hann sigur. Líka mikið, hvørjar eginleikar hann hevði havt - uttan at seta niður á hesar - so hevur hann tá útstrálingina, at hann veit nakað. Tí trúgva fólk tí, sum verður sagt.

- Fimleikararnir hava eisini tikið seg fram, og fyri tíggju árum síðani gjørdu fimleikararnir ikki somu venjingar, sum teir gera nú. Støðið er hækkað, men ikki so nógv, at vit eru einaráðandi í Oyl-høpi. Tað sum vit gera, duga vit væl, so grundarlagið er gott, men enn vænta umstøðurnar.

- So skjótt, sum amboð og umstøður vóru til tess, so eri eg vísur í, at tað gekk eitt - hægst tvey - ár, so vóru fleiri, sum vóru á mínum støði.

- Tá hevði hugburðurin komið um, at hetta ber veruliga til. Onkur hevði so helst komið, sum var á støðnum, sum eg eri á nú, og royndi at koma enn hægri. So hevði restin aftur verið drigin við, soleiðis at tú byggir støðið hægri og hægri upp fyri hvørja generatión.

- Tað eru í øllum førum nóg mikið av talentum í Føroyum. Tað ræður bara um at gera nýtslu av teimum.


Ov fáar kappingar

At enda sigur Helgi eisini, at skal føroyski fimleikurin taka seg fram, er alneyðugt hjá fimleikarunum, at tey fáa fleiri kappingar at fara til.

- Okkara íðkanir eru somikið komprimeraðar, og øll mistøk draga frá, og tí skalt tú vita, hvat tað er, at vera við í eini kapping. Ikki minst í tí mentala partinum.

- Í lopið yvir hest, er tað somikið komprimerað, at tað bara er nakað, sum tú gert. Stendur tú hinvegin á gólvinum, so er talan um nakað heilt annað. Tá skalt tú fyrst gera eitt slag av lopum. Síðani hvílir tú í nøkur sekund, áðrenn tú gerst næsta slagið, sum kanska eru nakrar heilt aðrar rørslur. Alt hetta skal sita í merginum á fimleikarunum, og einasti mátin, sum hetta kann koma uppá, er við at kappast nógv. Tá hugsar tú minni um, hvat tað er, sum tú gert.

- Tað er helst eisini ein stórur fyrimunur hjá mær. Eg hugsi ikki um alt hetta á sama hátt, sum ein, ið fer inn á gólvið fyrstu ferð. Tá brúkar tú rutinuna undir íðkanini, og hetta ger, at færri kreftir verða nýttar og vandin fyri mistøkum verður minni.

- Til dømis var í kapping í Íslandi, har seks dómarar standa og hyggja at mær. Ta ferðina gav hetta mær nervar, men tá tað nú bara sita tveir dómarar og lutfalsliga fáir áskoðarar til eina kapping á Oyggjaleikum, so er hetta ikki nakað, sum bilar stórvegis. Slíka rutinu fært tú bara við at kappast.

- Ein stór kapping annað hvørt ár ein FM-kapping um árið, gevur alt ov lítið. Tú kanst altíð vera góður undir venjing, men tú ert noyddur at kappast fyri at gerast ein góður kappingarfimleikari.

Sostatt er líkt til, at sterkasti fimleikari okkara í løtuni hevur tvey boð um, hvat skal til, fyri at menna føroyskan fimleik, soleiðis at vit framyvir hava møguleika at standa okkum á enn hægri støði.

- Tú kanst siga tað soleiðis, at fyrst og fremst skulu umstøðurnar vera góðar. Tú skalt kunna kenna teg tryggan undir venjing, og ikki vera bangin fyri at detta.

- Harumframt skulu læra at umseta venjingarnar til eina nettoframleiðslu, sum er sjálv kappingin. Tað er tá, at tú skalt brúka alt tað, sum tú lært undir venjingunum, og tú hevur bara ein møguleika, sigur Helgi Winther Olsen at enda.