- Vit kunnu ikki bara standa og hyggja

Forkvinnan í Javna ávarar ímóti rákinum seinnu árini, sum gongur ímóti inklusjón av børnum við ymiskum frábrigdum í vanliga umhvørvið

- Í eitt langt áramál hevur verið siðvenja í alt størri mun at inkludera børn við ymiskum frábrigdum í vanliga umhvørvið, men seinnu árini hava vit sæð eitt týðiligt rák beint tvørturímóti. Also, at man aftur í størri mun ger serstovur til børn við serligum avbjóðingum í barnagørðum og skúlum.



Tað sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, sum ikki heldur, at vit sum land bara kunnu standa og hyggja at hesi gongdini.



Hon vísir á, at Føroyar hava tikið undir við ST-sáttmálanum fyri fólk við breki, sum greitt sigur, at børn við serligum avbjóðingum eiga somu rættindi sum onnur børn til ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag.



- Væleydnað inklusión er tann hátturin, sum mennir børnini best, og ikki minst børnini, sum einki baga, sigur Sigrun Wardum.



Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Sigrun Wardum.