Signar á Brúnni hevur verið tingmaður síðan 1970. Hann sigur at eyðkenni fyri løgmenn higartil, hevur verið, at teir allir hava vísti tinginum virðing.
-Eg varð skakkur tá eg hoyrdi Edmund Joensen, løgmann, siga ósatt um at fíggjarlógar-orðaskiftið var, meðan Fólkatingið var sett í farnu viku.
- Tingmenn hava stóra virðing fyri Jógvan I. Olsen. Tað er burturvið og illa umhugsað at leggja eftir honum, sigur Signar á Brúnni.
Skálkaskjól
- Er tað nýggja stýrisskipanarlógin, ella er tað løgmaður, sum ikki dugir?
- Tað hevur einki við stýrisskipanarlógina at gera, men hon verður ofta brúkt sum umbering. Eg kann grundgeva fyri hesum:
- Eitt nú tá samgongumenn siga, at eingin samgongufundur hevur verið, svarar løgmaður, at samgongufundir hava verið, men eingin sum eg havi tosa við, kennist við tað. So siga teir, at stýrisskipanin hevur skyldina.
- Stýrisskipanarlógin verður stutt sagt brúkt sum skálkaskjól. Tað líkist ongum, sigur Signar á Brúnni.
Kunnu ikki læra fólk vanligan fólkaskikk
- Verður gjørt nakað frá formansskapsins síðu, t.d. um hvat tingsins røðarastólur kann brúkast til?
- Hvat skulu vit gera? Hetta er tó eitt óvanligt fyribrigdi. Skulu vit læra løgmann fólkaskikk?
- Tað eru kortini óskrivaðar reglur, hvat sigast kann frá røðarastólinum, men øll duga vanligan fólkaskikk. Tað átti ikki at verið sett eykakrøv til løgmann. Hann skal vera fyrimyndin fyri okkum onnur.
- Allir tinglimir vísa virðing fyri tingformanninum og tinginum, og tað átti Edmund Joensen, løgmaður eisini at havt, sigur Signar a Brúnni.
Bjarni Djurholm, 3. tingformaður, vil bert siga um Edmund Joensen, at hann fyrst og fremt er løgmaður fyri tingið, og at hann hevur høvuðsábyrgdina.
- Edmund Joensen eigur at leggja sær í geyma, at primera uppgáva hansara er ikki Fólkatingið.
- Uppgáva hansara er at virka sum løgmaður fyri Føroya Løgtingi.
- Kann formansskapurin góðtaka, at løgmaður fer so illa við fólki á tingsins røðarapalli?
- Um nakar kemur við áheitanum um at gera nakað, so skal viðkomandi venda sær til tingfomannin, og so er tað hansara uppgáva at taka málið upp.
- Eg havi onga ábyrgd fyri løgmanni, men eg haldi at hann átti at gjørt sína støðu upp - nevniliga, at hann er løgmaður í tinginum og ikki í Fólkatinginum, sigur Bjarni Djurholm.