Ingeborg Godtfred
??????
Øll vita tað, men ongin ger nakað við tað - jú, nakað er gjørt, 10 búpláss til tey eldru eru komin í Føroya størstu kommunu hetta valskeiðið. Hugsa tær til, 10 búpláss í Tórshavnar kommunu, har tørvurin er so stórur. Skammiligt. Undan hvørjum vali fara øll valevnini upp á tjólegg, tey lova gull og grønar skógir, og mín sann, um ikki fleiri, eisini verandi býráðslimir, aftur hesu ferð biðja um at-kvøður frá teim gomlu, sum í denn grad eru svikin í skjótt farna valskeiði.
Tá ið heitt varð á meg um at stilla upp til býráðsval, bar eg meg undan, men aftan á at hava hugsað meg um, játtaði eg, tí eg haldi meg hava nógv at arbeiða fyri í kommununi. Og eg ætli mær avgjørt ikki at blanda kommunal-politikk og landspolitikk saman, men í staðin vera kommunalpolitikkari í røttum týdningi fyri allar borgarar í komununi - tí vit øll skulu vera her.
Tey gomlu tráa ikki eftir gulli og grønum skógum, tey fáa ikki eingang tað, tey hava uppi-borið, nevniliga umsorgan. Nógv, sum nú hava tørv á at vera lætt um, liggja sum byrður fyri sær sjálvum og øðrum. Hesi gomlu, sum hava strítt og strevað fyri okkum og samfelagið, hava ómenniskjanslig og ó-virðilig kor at liva undir.
Ein kend havnarkona búði einsamøll, tí hennara einasti næstringur hevur búð í Danmark í nógv ár. Hon var vorðin í ørviti, dagur og nátt vóru eins, og har stóð hon fleiri ferðir um dagin við úthurðina og bíðaði eftir sínum. Hon hevði heimahjálp, og tá tær fóru avstað aftur, máttu tær m.a. bróta komfýrin av fyri at forða henni í at seta eld í, og hvørja ferð, eg sá royk ella hoyrdi brandbil, hugsaði eg um hana. Mong kenna seg helst aftur í hesum.
Aftan á tógvið stríð og nógv tos við bæði landsstýri, býráð og fleiri stovnar eydnaðist henni umsíðir at sleppa á eitt eldrasambýli og fáa virðilig kor aftur. Nú hevur hon tað gott hjá góðum starvsfólki.
Vit fara á val fyri m.a., at eldri borgarin fær sømilig og virðilig kor at liva undir.
Nú má skil koma á.
Farið á val og veljið lista D.
Gott val.