Eftir sigurin á VÍF fingu vit orðið á Hans Áka Dal Christiansen hjá Kyndli. Hann helt, at Kyndil vísti sera góðan vilja síðstu løtuna.
- Hatta var ein harður dystur, har vit máttu kempa alt tað, vit áttu. Vit skuldu jú helst vinna dystin fyri at kunna blanda okkum í oddin, og hetta gekk akkurát. Vit eru aftanfyri at kalla allan vegin, men vit vistu, at hetta var síðsti útvegur. Móti endanum kemur verjan hjá okkum ótrúliga væl við, og so fer álopið eisini at koyra. Magnus kemur eisini inn í málið og stendir ein branddyst, og hetta smittar av á hinar leikararnar. Sjálvt um vit vunnu henda dystin, so síggji eg okkum enn sum outsidarar at røkka einum finluplássi.