- Vit megna meira, enn vit halda.
Hetta er ein av niðurstøðunum á skeiðnum, sum Ven og Virka í hesum døgum skipa fyri í samstarvi við Dansk Selskab for Fysioterapi i Gerontolog og Geriatri.
22 fysioterapeutar úr øllum landinum luttaka á skeiðnum, har dentur verður lagdur á styrki- og konditionsvenjing til eldri, sum hava sjúkur ella ellisbrek.
- Talan er um eitt skeið á høgum støði, og er fyrsta av sínum slag í Føroyum. Skeiðið er bæði teoretiskt og praktiskt og gevur luttakarunum, sum øll starvast á eldraøkinum ella á heilsuøkinum, holla vitan um nýggjastu gransking á økinum.
Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Her verður lagt aftrat, at Sandra Jovevic, fysioterapeutur í Nánd, er væl nøgd við skeiðið.
- Fyrst og fremst er tað ótrúliga gevandi at luttaka á skeiði saman við øðrum fysioterapeutum, sum starvast innan sama øki. Hóast starvsplássini eru ymisk, so ber væl til at samanbera arbeiðsstøður og at fáa íblástur frá hvørjum øðrum.
Hon heldur, at undirvísingin hevur havt eina sera góða javnvág millum ástøði og praksis.
- Um eg skal nevna ein lærdóm, so er tað tilvitskan - ella áminningin um - at eldri megna meira, enn tey sjálvi halda. Kanska eisini meira, enn vit halda.
Og Sandra Jovevic, fysioterapeutur, leggur aftrat:
- Vit hava lyndi til ikki at pressa teir eldru borgararnar, sum vit møta, ov nógv. Hetta eiga vit at eftirmeta, tí nýggjasta granskingin sigur, at tað er gott fyri tey eldru at kýta seg, tí tað vísir seg at vera minni skaðiligt enn at venja lætt.
Hedevig Matras, deildarleiðari í Ven og Virka, sigur, at tað hevur stóran týdning, at starvsfólk mennast í sínum starvi.
- Hesar dagarnar hava vit eitt nú fingið íblástur til, hvussu vit skipa eina góða ætlan fyri tann einstaka. Ymiskar sjúkur og ymisk ellisbrek krevja tillagaða venjing, og tað setir krøv til eina góða og skynsama venjingarætlan.
Hon sigur, at luttakararnir hava verið ómetaliga virknir, og hon heldur, at skeiðið hevur so verið væleydnað.
Meira um hetta kann lesast á www.klaksvik.fo