Heilsurøktarafelagið, sum er fakfelag hjá heilsurøktarum, varð sett á stovn í 1973 og fyllir sostatt 50 ár í november í ár. Diana í Puntabyrgi var ein av undangongukvinnunum fyri at stovna felagið, sum tá æt Føroya Sjúkrahjálparafelag, og hon var eisini fyrsta forkvinna í felagnum.
– Eg hevði ongar royndir við fakfelagsarbeiði, tá eg bleiv vald í nevndina. Tað høvdu hinir nevndarlimirnir neyvan heldur, men vit fóru bara í gongd, sigur Diana í Puntabyrgi.
Stór ónøgd
Ónøgdin var stór millum sjúkrahjálparar fyrst í 1970unum.
– Sjúkrahjálpararnir í Føroyum vóru limir í danska sjúkrahjálparafelagnum, men lønin og treytirnar í Føroyum vóru munandi verri enn í Danmark, og lønin varð javnan útgoldin 1-2 mánaðir ov seint. Sjúkrahjálpararnir vóru ikki fastløntir, og ónøgd var eisini við dagligu arbeiðsgongdirnar, sigur Diana.
Ein teirra, ið hevði arbeitt longst sum sjúkrahjálpari, var Oktavia Nielsen (Guggan), sum eisini var álitisfólk á Landssjúkrahúsinum. Hon kallaði inn til til fundar í kantinuni á Landssjúkrahúsinum í juli 1973. Umleið 50 fólk, tey flestu sjúkrahjálparar, møttu á fundinum, og semja var um stovna eitt fakfelag fyri sjúkrahjálparar. Ein arbeiðsnevnd varð vald á fundinum, og hon skipaði seg við Dianu í Puntabyrgi sum forkvinnu.
2. november sama árið var stovnandi aðalfundur á Hotel Føroyum á Kongabrúnni, og har varð Føroya Sjúkrahjálparafelag formliga sett á stovn. Diana helt fram sum forkvinna. 48 limir vóru í felagnum, flest kvinnur, men einstakir menn.
– Vit fóru beint til verka. Tað fyrsta, vit gjørdu, var at skriva viðtøkur fyri felagið, fáa búmerki teknað o. a. Men rættiliga skjótt fóru vit til samráðingar við Landsstýrið, og í 1974 skrivaðu vit undir ein føroyskan sáttmála, sum gav okkum betri løn og treytir. Tað eydnaðist eisini skjótt at fáa umskipað sjúkrahjálparastørvini til føst størv í staðin fyri tímalønt. Vit skipaðu eisini fyri álitisfólkavalum og løgdu álitisfólkunum lag á. Haraftrat fingu vit avtalu um egna pensjóns- og tryggingarskipan, og vit vóru fyrsta fakfelag, sum hevði føroyska trygging. Øll hini fakfeløgini høvdu danskar tryggingar.
– Tað vóru vit errin av, minnist Diana.
Eingin skúli hóast øktan tørv
Eitt av aðalmálunum hjá felagnum eydnaðist tó ikki, og tað var at seta ein føroyskan sjúkrahjálparaskúla á stovn. Fyrst í 1970unum vóru ikki nógv ellis- og røktarheim, sambýli og stovnar fyri fólk við breki, menningartarni o.t., og dagstovnar fyri børn vóru eisini ein sjáldsom sjón. Flestu kvinnur arbeiddu heima og tóku sær - umframt børnunum og vanligum húsarbeiði - eisini av gomlum, sjúkum og óhjálpnum. Men við tíðini vóru boð eftir kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, og fleiri og fleiri tóku av. Tað skapti ein øktan tørv á stovnum og útbúnum starvsfólki. Neyðugt var at fara til Danmarkar ella aðrastaðni at útbúgva seg til sjúkrahjálpara, og tað var ikki altíð so einfalt hjá t.d. tilkomnum kvinnum at fara so langan veg, eftirsum tær vóru so bundnar at heiminum. Ein avtala var við Københavns Kommune um, at seks føroyingar sluppu inn á sjúkrahjálparaútbúgvingina um árið við ávísari fígging, men tað var verri enn so nóg mikið til at nøkta tørvin. Ein partur av teimum, sum gjørdu sjúkrahjálparaarbeiði, vóru ófaklærd.
– Vit høvdu óteljandi fundir við landsstýrið, Løgtingið og onnur um at seta skúlan á stovn. Allastaðni vórðu vit møtt við stórum forstáilisi og positivum anda, men tað hendi bara einki, sigur Diana.
##med2##
Útbúgvingin umskipað
Diana fór úr nevndini longu eftir tvey ár, í 1975, tí hon og maðurin høvdu stovnað eina byggifyritøku. Men felagið arbeiddi í nógv ár víðari við skúlaætlanini. Í árunum frameftir fór ein stór útbygging av stovnum fram í Føroyum. Heimahjálparaskipan bleiv eisini stovnað, og tørvurin á starvsfólkum vaks samsvarandi.
Sjúkrahjálparaskúlin bleiv tó ongantíð veruleiki. Í staðin fingu sjúkrahjálpararnir eftirútbúgving í Føroyum, og í 1990unum bleiv alt útbúgvingarøkið umskipað í Danmark. Sjúkrahjálparaútbúgvingin bleiv niðurløgd. Aðrar útbúgvingar á økinum, t.d. pleygarar og røktarheimsassistentar, blivu eisini niðurlagdar, og í staðin bleiv heilsurøktaraútbúgvingin (social- og sundhedsassistent) sett á stovn. Í 2006 varð Heilsuskúli Føroya stovnaður í Hovi, og fyrstu heilsurøktararnir tóku prógv har í 2008.
Sjálvt um tað eru nógv ár, síðan Diana tók seg úr felagsarbeiðinum, hevur hon fylgt við gongdini, og hon fegnast um, at støðan í dag er so nógv batnað síðan 1970'ini.
– Tað var stuttligt at vera við til at skapa nakað gott, sigur hon.
Felagið – sum nú eitur Heilsurøktarafelagið – hevur í dag umleið 400 limir. Opið hús verður á 50 ára føðingardegnum 2. november í húsi felagsins, Jákupsstovu, í J. Paturssonargøtu 24, kl. 15-17.
##med3##