Rigmor Dam
Vit eiga at seta inn sum skjótast, tá vit hava varhugan av, at eitt barn mistrívist heima, tí allar kanningar vísa, at um vanrøktin stendur við til barnið er fýra-fimm ára gamalt, er nærum ógjørligt at bøta um skaðan. Hetta var boðskapurin hjá norska serfrøðinginum í vansorgan og harðskapi móti børnum Kari Killén á Føroyavitjanini í síðstu viku.
Óbúgvin skipan
Leiðslan á Føroya Barnaheimi, Finnur Helmsdal, leiðari, og Halbjørg Lamhauge, deildaleiðari, siga seg vera samd í boðskapinum hjá Kari Killén, um at børn, sum eru fyri vansorgan, eiga at fáa hjálp sum skjótast.
Men samstundis viðgongur leiðslan, at sum skipanin er í løtuni, er hon als ikki búgvin til hetta. Finnur Helmsdal sigur, at børn í Føroyum verða víst alt ov seint til hjálp, og møguleikarnir at hjálpa eru ov fáir.
- Alt barnaforsorgarøkið er ov stirvið, og hugburðurin mótvegis vansorgan má broytast um vit skulu hjálpa børnum fyrr, kanska longu meðan tey liggja í móðurlívi, sigur Finnur Helmsdal.
Stig verða tikin ov seint
Ein av trupulleikunum er, sigur Halbjørg Lamhauge, at sosialu myndugleikarnar drála ov leingi, at taka neyðugu stigini.
- Ofta gera fólk ikki vart við vanrøkt fyrr enn tað sæðst, og tá er tað ofta vorðið so grelt, at vit orka ikki at síggja tað longur, sigur hon. Og hóast fólk venda sær til Barnaverndina í nóg góðari tíð, skulu ofta fleiri áheitanir til, áðrenn stig verða tikin til at hjálpa barninum. Hetta kemst av, at flestu barnaverndirnar hava ov lítlan førleika, eitt nú tí tær hava ongan fakkunnleika at stiga seg til, umframt at tær hava ov fá tilboð at vísa til.
Tó leggur Finnur Helmsdal dent á, at hetta ikki skal skiljast sum ein ákæra móti fakbólkum sum hava við børnini at gera, so sum heilsusystrum og jarðarmøðrum.
- Hesar gera eitt gott arbeiði, men royndirnar við sosialu myndigleikunum gera, at tær aftra seg við at siga frá, tí tær hava ikki álit á, at neyðug stigini verða tikin.
Ping-pong ábyrgd
Um vit skulu seta inn fyrr, so krevur tað bæði hugburðsbroytingar og skipanarbroytingar, sigur Finnur Helmsdal, og vísir á, at skipanin er ov stirvin, tá áheitanir koma frá fólki, um at eitt barn mistrívist.
- Eitt nú tá heilsusystrar ella jarðamøður hava illgruna um, at okkurt ikki ruggar rætt. Tá eigur ein automatikkur at vera í skipanini, sum ger, at eygleiðingarnar verða tiknar í størri álvara, og ikki bara verða noteraðar í eina journal, sigur Finnur Helmsdal, sum eisini vísir á, at sum støðan er í løtuni, er eingin, sum tekur ábyrgdina á seg.
- Nú kunnu øll skúgva sær undan ábyrgdini. Um yrkiskunnleikin, tað veri seg sálarfrøðingar ella pedagokar, meta at stig eiga at vera tikin, so er barnaverndin ósamd og øvut. Soleiðis sleppa vit undan at gera nakað sum helst, sigur Finnur Helmsdal, sum kundi hugsað sær meira tvørfakligt samstarv í skipanini.
Eingin fyribyrging
Ein annar trupulleiki er, at ov fá tilboð eru at vísa til, sigur leiðslan á Barnaheiminum. Eitt nú at fyribyrgja at familjur, sum frammanundan eru í vandabólkum, verða sleptar upp á fjall.
- Hetta kundi verið eitt stað, har mamman longu meðan hon var við barn kundi komið til eygleiðing og vegleiðing hjá kønum fólki, sigur Finnur Helmsdal, sum eisini vísir á, at vit mangla sálarfrøðingar og eina barnapsykiatri.
Tí sum hann sigur, so kemur tað meir enn so fyri, at børn, sum skulu undir psykiatriska viðgerð ella kanningar, verða løgd inn á stongda psykiatriska deild fyri vaksin á Landssjúkrahúsinum, og at hetta er undir alt mark.
Góðar vónir
So samanumtikið er støðan í løtuni ikki góð, sigur leiðslan á Føroya Barnaheimi, sum samstundis vónar, at vitjanin hjá Kari Killén, sum var sera væl móttikin av fólki innan alt barnaøkið, kann birta uppundir eitt orðaskifti, umframt at tey hava góðar vónir til nýggju barnaforsorgarlógina.
Tí sum Finnur Helmsdal tekur til at enda:
- Um vit veruliga vilja gera nakað fyri at geva børnunum og familjunum eitt virðiligt lív, er neyðugt at seta inn langt fyrr.