- Vit mugu bara geva tol, tí vit sleppa ikki undir arbeiðið, fyrrenn Sirið Stenberg hevur trýst á tann grøna knappin.
Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráð.
Tað, hann sipar til, er, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum skal nú taka støðu til, um Tórshavnar Býráð sleppur undir arbeiðið at byggja Tórshavnar Havn út, soleiðis sum ætlað.
Annars hevur býarskipanarnevndin hjá landinum mælt landsstýriskvinnuni frá at loyva útbyggingini.
Nevndin sigur, at Tórshavnar Havn fer at fylla alt ov nógv eftir støddini á býnum, og at ein útbygging fer at skemma høvuðsstaðin og býarumhvørvið, fjørðin og landslagið annars. Tey stúra eisini fyri at ferðslan fer at økjast munandi, serliga av lastbilum og treylarum.
Tí halda tey, at tað er vánalig býarbygging at staðseta eina stóra bingjuhavn beint út fyri miðbýin í Havn, og at havnin hevði ligið betri aðrastaðni í kommununi, helst burtur frá bygdum øki.
Men Heðin Mortensen, borgarstjóri, var so ótolin herfyri, at hann gav landsstýriskvinnuni tvær vikur at viðgera málið í, tí longri fór býráðið ikki at bíða. Tann freistin er farin í dag, men tað hevur ikki borið til at fáa fatur á Heðin Mortensen í gjár, ella í morgun.
Hinvegin sigur landsstýriskvinnan í Sosialinum í dag, at hon veit ikki, nær avgerðin verður tikin, men at tað fer at taka eitt sindur av tíð enn, tí hon tekur onga avgerð, fyrrenn málið er lýst til fulnar.
Og Sjúrður Olsen sigur, at í býráðnum fáa tey ikki gjørt annað enn at geva tol.
- At viðgerin tekur tíð, mugu vit bara taka við, tí vit hava ikki annað í at velja, tí tað ber ikki til at fara undir útbyggingina, fyrrenn øll loyvi eru fingin til vega, sigur hann
Hann sigur at tilboðið uppá arbeiðið stendur við til fyrsta juli, so er arbeiðstakarin ikki bundin av tí longur, men eru partarnir samdir um tað, kann freistin longjast.
Kortini heldur hann, at tað er merkiligt, at tað er so lítil virðing fyri hesi verkætlanini.
- Málið er trý ára gamalt, og tað er lýst út í æsir, bæði hvat larmi, ferðslu, dálking og øðrum umhvørvisárinum, viðvíkur.
Tí heldur hann innast inni, at talan er um okkurt slag av illvilja ímóti projektinum, tá ið avgerðin dregur út. Hann vil ikki siga akkurát, hvør tað er, sum vísir illvilja ímóti ætlanini, men hann leggur afturat, at tað er ongin loyna, at Tjóðveldi í býráðnum hevur verið ímóti ætlaðu útbyggingini.
Sirið Stenberg sigur í Sosialinum í dag, at tey mugu taka tað neyðugu tíðina til viðgerðina, sum krevst. Ein avgerð má verða væl grundað og tí má málið lýsast til fulnar. Og tað er tað ikki enn, tí Tórshavnar Býráð hevur sett spurningar við niðurstøðuna hjá Býarskipanarnevndini, og teir spurningarnar má nevndin fáa høvi at svara upp á, og tað er ikki gjørt enn.