Málið um Suðuroyartunnilin má ikki sleppa at kólna. Tað heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin.
Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá honum um at fáa landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, at seta eitt partafelag á stovn, sum skal standa fyri arbeiðnum at fyrireika og gera Suðuroyartunnilin. Og tá ið tunnilin er liðugur, skal felagið so eisini standa fyri rakstrinum.
Samgongan hevur sett fimm milliónir av á fíggjarlógini í ár til at gera ymiskt fyrireikandi arbeiði.
Jørgen Niclasen sigur, at hann er sinnaður at seta eitt partafelag á stovn, men hann heldur ikki at tíðin er búgvin til tað enn.
Tí vil hann bíða við at stovna partafelagið til fleiri kanningar eru gjørdar, so at tey vita, hvat tey í roynd ov veru tosa um.
Og hann er ikki einsamallur í Løgtinginum um at hava hesa áskoðanina. Fleiri í samgonguni taka undir við honum - og tað ger Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, eisini.
Hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til at stovna eitt partafelag nú, tí peningur er settur av til fyrireikingar. Men hann vísir eisini á, at Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at hann fer at kalla allar flokkar til fundar at viðgera, hvussu farast skal fram í málinum.
Bjarni Hammer sigur, at tá ið hann hevur lagt uppskotið fram, er tað líka nógv fyri at halda gongd í málinum. Tað tað má ikki henda, at málið kólnar aftur og tí er neyðugt at halda gongd í tí alla tíðina, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er ikki fyri at trýsta nakað niður yvir landsstýrismannin. Men hann heldur, at Løgtingið eigur at samtykkja tað, tí tað er ein politisk áheitan á landsstýrismannin um at stovna felagið, tá ið fyrireikingarnar eru komnar longri fram á leið.
Christian Andreasen, tinglimur fyri Fólkaflokkin, er ikki heilt samdur, tí hann heldur, at tað er rættast, at felagið, sum skal standa fyri arbeiðnum, eisini stendur fyri fyrireikingunum.
Hann vísir á, at nevndin í felagnum, sum byggir Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, hevur eina velduga servitan á økinum og hevur samband við góðar ráðgevarar í jarðfrøðiligum spurningum.
Sjálvandi skal tað almenna hava sína ávirkan á projektið. Men tað hevur tað almenna eisini, tí hóast tað verður eitt felag, sum stendur fyri forkanningunum, tí landsmyndugeikarnir skulu bæði góðkenna kanningarnar og linjuføringina, og landsmyndugleikin skal seta bæði nevnd og stjóra.
Hann heldur eisini, at ein so stór verkætlan, krevur fulla undirtøku í Løgtinginum.
Tinglimir í bæði samgongu og andstøðu siga, at tey síggja fyri sær, at farast skal undir Suðuroyartunnilin í 2023 ella 2024, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur.