Vár í Gong, forkvinna,
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
----------
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer at kanna, hví tað ikki eru nóg mikið av praktikplássum til at taka fleiri lesandi inn á Sjúkrarøktarfrøðisskúlan.
Framrokningar kring allan heim vísa, at tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum er alsamt vaksandi, og um nøkur ár verður tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum ovurstórur. Eitt nú hevur Nærverkið gjørt eina kanning, sum vísur eina framrokning fram til 2015. Har verður mett, at bara Nærverkið fer at hava tørv á 105 fleiri sjúkrarøktarfrøðingum.
Vit hava ikki tilsvarandi framskrivingar fyri sjúkrahúsini, men givið er, at viðgerðar møguleikarnar gerast fleiri, viðgerðir verða heimtiknar, fólk liva longri o.s.fr. Hetta merkir ein vaksandi eftirspurning á sjúkrarøktarfrøðingum. Í Heilsumálaráðnum verður eisini arbeitt fram í móti at gera eina skipan, har sjúkrarøktarfrøðingar átaka sær ávísar uppgávur, fyri at lætta um trýstið á kommunulæknarnar.
Miðalaldurin á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum er eisini høgur, yvir 46 ár. Hetta ger, at vit um fá ár standa við einum veruligum trupulleika, um ikki verður handla nú!
Nærum bert ungar kvinnur
Hóast vit heldur enn fegin vildu ynskt, at fingið fleiri mannligar sjúkrarøktarfrøðingar, er tað ein sannroynd, at tað nærum bert eru ungar kvinnur , sum byrja lestur á Sjúkrarøktarfrøðisskúlanum. Tí er tað sera harmiligt at hugsa, at tey 37, flest ungar kvinnur, sum ikki sleppa inn á skúlan hesuferð, fara av landinum. Enn meira harmilig er óvissan um hesi koma heim aftur - kanningar vísa, at bert fimta hvør føroysk kvinna og fjórði hvør føroyskur maður í Danmark ynskja at flyta aftur til Føroya at búgva.
Kanning um starvsfólkatørv hjá Nærverkinum
Fyri at taka aftur í kanningina, sum Nærverkið gjørdi í 2009, verður mett at stovnurin fær alsamt fleiri eldri og óhjálpin sum brúkarar. Í samandráttinum stendur at lesa:
»Stór greiningararbeiði eru seinastu árini gjørd av eftirlønarspurninginum fyri at byrgja upp fyri, at tann sonevnda eldrabylgjan skal raka so hart búskaparliga. Men uppgávan at fáa nóg nógv starvsfólk at ansa einum skjótt vaksandi tali av eldri og óhjálpnum hevur ikki vakt eins stóran ans. Trupulleikin er annars væl greinaður í okkara grannalondum.«
Hví geva vit ikki hesum trupulleikanum ans í Føroyum? Vit sakna greiðar visiónerar útmeldingar frá okkara politikkarum um, hvussu ætlanin er at loysa hetta álvarsmál.
Vit mugu hava fleiri starvsfelagar
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer at seta seg í samband við avvarandi myndugleikar, fyri at fáa umrøtt hendan trupulleika. Vit vilja hava greiðu á, hví tað ikki eru nokk av praktikkplássum og hvat kann gerast fyri at økja um hetta talið. Vit mugu hava fleiri starvsfelagar!