­ Vit mugu hava virðing fyri útlendskum listafólkum

Í mun til undanfarnu ár, verður konsertin í Læraraskúlahøllini, av tí at Norðurlandahúsið hevur annað tiltak í húsinum sunnudagin

­ Eg eri ógvuliga harmur um, at Føroya Symfoniorkestur ikki fær innivist í Norðurlandahúsinum sunnudagin, men tað gerst einki við tað.Vit royndu at flyta tiltakið, sum longu var skrásett henda dagin, men tað bar ikki til.

Tað sigur Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum.

Herfyri skrivaði Sosialurin,at Symfoniorkestrið, sum vanliga hevur tríggjar konseritr árliga í Norðurlandahúsinum, ikki fekk innivist komandi sunnudag, av tí cello-spæl og upplestur skuldi verða júst henda dagin.


Noyddust at flyta konsertina

Upprunaliga hevði Symfoniorkestrið fingið innivist til heystkonsertina, men av tí at tónleikarar vóru upptikinir av øðrum gerðarmálum tann dagin, varð neyðugt at flyta konsertina.

Tað undraði tónleikarar, at ikki pláss var fyri báðum tiltøkum í Norðurlandahúsinum. Eisini av tí at orkestrið hevði tosað við stjóran í húsinum, sum hevði sagt, at tað kanska kundi lata seg gera.


Kendur cello-spælari úr Finnlandi á skránni

Peter Turtschaninoff, sum júst er komin aftur úr summarfrí, hevur tí ikki fingið gjørt viðmerking til málið.

­ Tá eg tosaði við fyrireikararnir, sum skipa fyri heystkonsertini, segði eg, at eg skuldi royna at fáa teimum innivist. Tíverri bar tað ikki til kortini.

­ Orsøkin er, at talan er um eina av bestu cello-spælararum í Finnlandi, sum saman við einum føroyavini í Noregi, skulu framføra sunnudagin.

Av tí at kendi cello-spælarin er ógvuliga nógv umbiðin, og hevur fingið stuðul frá finska mentamálaráðnum at koma til Føroya, bar ikki til at útseta framførsluna.

Peter Turtschaninoff sigur, at um cello-spælarin ikki kom hendavegin nú, so noyddust teir at rinda honum endurgjald fyri at bróta avtaluna.

Hesin er ógvuliga umbiðin tónleikari, og hevur av somu orsøk ikki tikið aðrar uppgávur á seg, ta tíðina hann skal framføra í Føroyum.

­ Vit mugu virða tey listafólk, sum koma hendavegin, og tí hava vit tikið hesa avgerð, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum.


Symfoniorkestrið vælkomið hjá okkum

­ Eg eri øgiliga keddur um hetta, men tað gerst ikki við. Vit hava tosað við Symfoniorkestrið, og vit vilja fegin hava tey í húsinum.

­ Næsta tiltak hjá symfoniorkestrinum er nýggjárskonsertin, og hon verður í Norðurlandahúsinum, eins og várkonsertin komandi, men tíverri noyðist heystkonsertin at flyta í Læraraskúlahøllina hesaferð, sigur Peter Turtschaninoff.