Jan Müller
Jens K Vang
Týsdagurin tann 18. mai fer uttan iva at verða roknaður sum ein søguligur dagur í Føroya søgu. Fyri landsstýrið, løgtingið, tey mongu, sum hava arbeitt við at fáa eina semju um mark til Bretlands og fyri starvsfólkið í Tinganesi var hetta ein stórur dagur. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein bretskur uttanríkisráðharri (vara) vitjað í Føroyum. Og henda dagin vórðu so eisini nýggju móttøkuhølini í Tinganesi tikin í brúk. Neyvan taka vit munnin ov fullan, um vit siga, at hesin dagurin var ein góð byrjan - eisini fyri nýggja løgmansskrivaran, John Rajani, sum stóð fyri samskipanini av tiltakinum.
Eftir undirskrivingina av avtaluni varð borðhald á Hotel Hafnia.
Vit prenta her røðuna, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður helt fyri bretsku, donsku og føroysku gestunum við borðhaldið á Hafnia eftir at marknaavtalan varð undirskrivað í Tinganesi:
-Háttvirdu ráðharrar, góðu gestir.
Tað er mær ein gleði og ein heiður sum Føroya løgmaður at bjóða tykkum vælkomin til hetta borðhald, har vit hátíðarhalda, at vit fyri løtu síðan hava undirritað sáttmála millum Føroyar og Danmark øðrumegin og Bretland hinumegin um markið á havleiðunum millum Føroya og Bretlands.
Ein serstøk heilsan til tykkara, ið eru komin ferðandi uttaneftir, serliga Harra Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharra Danska ríkisins, og Harra Tony Lloyd, varauttanríkisráðharra Bretlands. Vit vita væl, at tit hava nógv um at vera, og at tykkara kalendari er sera tepur. Tit ferðast í heilum uttanlands at viðgera dagsins millumlandakreppur, sum ofta eru torførar at handfara. Tí unni eg tykkum væl, at tit kunnu koma higar til henda friðarliga blett á heimskortinum fyri persónliga at vátta, at stríðsmál millum lond, eisini um so viðkvom evni sum mark, kunnu loysast við samráðingum.
Mong ár liðin
21 ár eru liðin síðan fyrsta fund millum samráðingarnevndir hjá pørtunum. Hetta seinasta samráðingarumfarið hevur vart 9 ár.
Løgmenn og ráðharrar eru komnir og farnir í hesum tíðarskeiði; tað landsstýrið eg standi á odda fyri, hevði sín fyrsta arbeiðsdag fyri ári síðan í dag. Somuleiðis eru summi av samráðingarfólkunum farin burturúr, men nøkur av teimum eru kortini tey somu.
Vit politikkarar á báðum síðum hava sett politisku karmarnar. Innanfyri teir hava samráðingarfólkini við stórum treysti og hegni roynt at finna gongdar leiðir, hóast tað óivað mangan hevur sæð rættiliga ómøguligt út.
Tit samráðingarfólk frá báðum síðum, føroysk, donsk og bretsk. Eg unni tykkum væl hetta høvið at kunna sita her og njóta kensluna av at hava lokið eitt vala verk.
Eisini onnur, ið eru her til steðar, politikkarar, ið hava verið við til at mynda gongdina hesi árini, embætisfólk og onnur, ið hava havt við málið at gera - ongin nevndur, ongin gloymdur - eru vælkomin higar at fegnast um, at vit hava gjørt semju um markið.
Føroyar og Bretland í søguligum baksýni
Hetta er eitt náttúrligt høvi at hyggja at viðurskift-unum millum Føroya og Bretlands ígjøgnum tíðirnar, serliga um tað, ið hevur við havið at gera.
Sum grannar og sum lond við áhuga fyri havinum, hava vit bæði havt samvinnu og stríð.
Tá ið Christian Pløyen, amtmaður, í 1839 fór á kanningarferð saman við framburðshugaðum føroyingum, fór hann til Bretlands, og serliga til Hetlands.
Tá Føroyingar fyri meira enn hundrað árum síðan fóru undir havfiskiskap, var tað við skipum, teir keyptu úr Bretlandi. Eisini hava føroyskir fiskimenn siglt við bretskum skipum.
Bretland hevur verið og er framvegis ein týðandi marknaður fyir føroyskan fisk. Hinvegin hava fiskimenn okkara kappast um tey somu fiskimiðini; og í fiskimarkspolitikki hava føroyingar og bretar ikki altíð drigið somu línu.
Í gomlum døgum, tá ið skotar og onglendingar sum fiskivinnutjóðir stóðu nógv fremri enn føroyingar, uppfataðu føroyingar teirra fiskiskap undir Føroyum sum eina hóttan. Gomlu norsku/donsku kongarnir royndu at uppihalda fullveldi yvir høvunum her um leið, og at verja føroyingar ímóti ágangi frá fremmandum skipum. Diplomatiskt samskifti var um slíkar spurningar millum norska/danska kongin og bæði enskar og skotskar kongar. Dømi er eisini um skotskan kong, ið skrivar Føroya løgtingi bræv um loyvi hjá skotskum fiskimonnum at fiska undir Føroyum.
Í 1901 avtalaðu danska og bretska stjórnin, at fiskimarkið rundan um Føroyar og Ísland skuldi vera 3 fjórðingar. Sáttmálin munaði lítið til at verja føroyska útróðurin ímóti teimum munadyggu bretsku trolarunum, sum í mong áratíggju veiddu meginpartin av tí, sum fiskað varð á føroyska landgrunninum.
Í tí gongd móti víðari fiskimarki, sum tók dik á seg fyri fimti árum síðan, vóru vit oftast í hvør sínum parti. Vit føroyingar, eins og onnur lond og landøki her í norðara Atlantshavi, ið bert høvdu fiskin á at líta, royndu at tryggja okkum ræðið á okkara fiskigrunnum.
Ì 1977 fingu bæði londini 200 fjórðinga fiskimark, og meta vit hetta í dag sum nakað sjálvsagt.
200 fjórðingamarkið gjørdi okkum til grannar, løgfrøðiliga sæð, og fiskimark skuldi setast landanna millum. Miðlinja varð avtalað. Hon er nú staðfest við dagsins sáttmála, og somuleiðis er landgrunsmark ásett innanfyri 200 fjórðingar.
Nýggir møguleikar
Hetta letur upp fyri nýggjum møguleikum fyri samvinnu millum Føroya og Bretlands, hesuferð um leiting eftir og framleiðslu av olju og gassi, og um veitingar til slíkt virksemi.
Vit føroyingar vóna, at til ber at fáa í lag samvinnu á jøvnum føti við tey lond í grannalagnum, ið hava royndir í oljuvinnu ? í sunnari kapping og til felags gagn. Og, har koma okkara næstu grannar, bretar, sjálvsagt inn í myndina.
Verða oljufundir gjørdir, ið røkka tvørtur um mark, áleggur sáttmálin okkum at samarbeiða.
Men, greitt er, at verða fleiri fundir gjørdir á leiðunum báðumegin markið, so at eitt serstakt oljuøki tekur seg upp her, verður nógv at samarbeiða um millum Føroyar og Bretland, bæði á vinnustigi og á myndugleikastigi.
Sáttmálin loyvir eisini pørtunum at áseta búskaparøki (EEZ), sum eisini umfatar myndugleika yvir havumhvørvinum.
Í Føroyum liva vit av tí, sum í havinum livir. Tí eru vit serliga viðkvom fyri dálking av havinum. Vit hava tí áhuga fyri samvinnu um ein ektaðan umhvørvispolitikk, ið byrgir fyri teimum veruligu vandunum, ið hótta lívið í havinum, og sum fremur eina burðardygga nýtslu av tí livandi tilfeinginum í havinum.
Føroyingar, danir og bretar hava nógv felags virði, sum vit, eins og okkara grannalond, hava bygt okkara samfelag á, og sum vit í okkara politikki inneftir og úteftir royna at verja.
Undir seinra heimsbardaga komu bretar higar til tess at vit í felag kundu verja hesi felags virði ímóti tí harðræði, sum hevði hersett meginpartin av Evropa, eisini Danmark. Vit royndu samstundis at dugna Bretlandi eftir førimuni, og høvdu eisini stórar missir, ikki minst av mannalívum. Hetta fer ikki at verða gloymt.
Við undirritaða sáttmálanum í hondini kunnu vit føroyingar fara inn í eina nýggja øld við nýggjum og stórum avbjóðingum á okkara landgrunni. Vit vóna, at tað virksemi, sum tekur seg upp, fer at verða okkum til frama, og vit vóna, at hetta fer at henda í góðari samvinnu við onnur lond, og serstakliga við grannar okkara fyri sunnan.
Latum okkum drekka eina skál fyri vinarlagi og samvinnu millum Føroyar og Bretland segði Anfinn Kallsberg, løgmaður undir borðhaldinum fyri m.a. tveimum útlendskum uttanríkisráðharrum.