-Vit mugu standa saman

Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísti á, at vit mugu øll standa saman fyri at varðveita vælferðarsamfelagið

Panama-skjølini vóru partur av røðuni, hjá formanninum í Javnaðarflokkinum á landsstevnuni í Runavík.

 

Panama-skjølini vísa heilt greitt ,at ikki øll vilja gjalda til felagsskapin, men royna at sleppa sær undan.

 

-Men eg eri vísur í, at avdúkingin av hesum skjølum er vindur í seglunum hjá okkum, sum vilja samhaldsfesti, segði formaðurin.

 

-Skulu vit náa málum, so mugu vit standa saman. Ongin okkara ynskir borgarligar flokkar aftur í Tinganes. Hóast vit viðhv'rt eru ósamd innanhýsis, so eru vit meira ósamd við borgarligu flokkarnar. Lat okkum altíð hava tað í huga, segði formaðurin at enda.