Vit mugu tora at spæla

Við at tapa móti Stórabretlandi og Cypros hava teir báðir seinastu dagarnir verið alt annað enn hugaligir hjá føroysku hondbóltskvinnunum.

Liðið er tó enn við í kappingini, og í dag klokkan 16 føroyska tíð er Bosnia mótstøðuliðið í hálvfinaluni.

Bosnia vann kappinina fyri tveimum árum síðani, men hóast tær mugu roknast sum favorittar, so heldur Fríða Petersen, sum uttan iva verður í føroyska málinum, at hon og liðfelagarnir hava møguleikan.

- Tað krevur eina hugburðsbroyting í mun til teir báðar seinastu dystirnar. Vit mugu tora at spæla, og vit skulu duga at vera egoistiskar. Ein stórur trupulleiki hevur verið, at eingin torir at bjóða av. Ístaðin verður alla tíðina valt at koyra bóltin víðari til næsta spælaran, so hendan kanska kann gera okkurt.

Og nú talan er um hálvfinalu. So eru tit væl eisini noyddar at vísa meira enn tað, sum tit hava gjørt teir báðar seinastu dystirnar.

- Tað er akkurát tað. Nú eru vit noyddar at vísa nakað, og tað trúgvi eg eisini, at vit kunnu. Tað verður ein knallharður dystur, tí ær bosnisku hava nakrar sterkar skjúttar, so verjan má skjótt út at tackla. Og gera vit tað, so kunnu vit eisini fáa kontraspælið at koyra.

- Skal tað rigga, so mugu allar raka dagin. Og gera vit tað, so hava vit heilt avgjørt møguleikan, sigur Fríða Petersen.