Vit mugu tora betur

Vit mugu tora at siga, at í framtíðini fara nógvir føroyingar at missa fólkapensjónina

- Vit mugu tora at kalla ein spaka fyri ein spaka og at broyta fólkapensjónina, so at hon verður fyri tey, sum hava brúk fyri henni. Samstundis skulu tey sum hava sína egnu pensjón fáa nógv minni í fólkapensjón, ella slett onga almenna pensjón yvirhøvur.

Tað var ein boðskapur á fundi í Sambandsflokkinum, har sosiali profilurin hjá flokkinum var til viðgerar.

Vit mugu tora at siga, at tað skal vera munur á, hvussu nógv fólk skulu fáa í fólkapensjón.

 

Les eisini: Rósa skelkað av úrslitinum

 

Sambandsfólk vísa á, at gera vit ikki tað, kollsiglir samfelagið, tí talið á pensjónistum fer at økjast í stórum, men talið á teimum, sum arbeiða og rinda skatt, fylgir als ikki við. 

Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at hetta er júst spurningurin, sum er til viðgerar, nú samgongan arbeiðir við eini nýggjari pensjónsskipan.

 

Les eisini: Ein Katastrofa

 

Hann vísir á, at skal fólkapensjónin hækka 1000 krónur um mánaðin, fer tað at kosta landskassanum 100 milliónir krónur um árið.

- Tað kunnu vit gott droyma um, sigur hann, men hann heldur ikki, at tað er serliga veruleikakent.

- Skulu vit so ikki heldur ikki broyta fólkapensjónina, so at tey, sum hava brúk fyri tí, fáa hana, spyr hann.

Hann sigur, at ein spurningur, sum er til umrøðu, er at strika almennu fólkapensjóna til øll, so at hon í framtíðini verður brúkt til at lofta teimum, sum onga aðra pensjón hava.

 

Les eisini: Skuldsetingin er ikki heilt rættvís

 

Sum er hongur roknistykkið ikki saman og tað fer heldur ikki at hanga saman, so hvørt sum talið á eldri økist og talið á fólki í arbeiðið ikki fylgir við.

Og at hækka pensjónina 20 krónur um mánaðin yvir ein kamb, ”verður bara grinið at”, sum hann tók til.

Og hjá summum pensjónistum er fíggjarliga støðan so tepur, at bara oljufýrið gongur fyri, fer botnurin undan húsarhaldinum.

Víst verður á, at ikki minst eru pensjónistar í egnum húsum illa fyri, tí tað er dýrt at halda eini hús, so tað eru ikki bara stakir pensjónistar, sum eru í trongum, skóm soleiðis sum at tað ofta verður ført fram.