Vit mugu vera fyrimyndir fyri ferðafólki

hetta gera vit við at brúka føroysku tilboðini, heldur Sissal Kristiansen

Sissal Kristiansen samskipari av Ferðist í egnum landi vil fegin fáa orðaskifti í lag um ferðavinnuna í Føroyum. Hon heldur, at tað er umráðandi, at føroyingar hugsa um ferðavinnuna sum nakað, sum skal byggjast upp heldur enn brótast niður. Tað hendir bert, tá vit føroyingar uppføra okkum soleiðis, sum vit ynskja, at ferðafólk skulu uppføra seg.

 

 

Um vit ynskja eina livandi ferðavinnu við fíggjarligum yvirskoti, so merkir tað millum annað, at vit føroyingar brúka tey tilboð, sum kunningarstovurnar kring landið bjóða, og at vit velja ferðaleiðara til túrarnar, sum vit fara á, heldur Sissal Kristiansen, samskipari av Ferðist í egnum landi.

 

– Eg kenni tað frá mongu ferðunum, sum eg sjálv havi verið á. Tá eg var í Japan í eitt tíðarskeið, uppførdi eg meg sum japanarar gera. Eg roykti ikki á gøtunum og brúkti ikki fartelefon í tokinum, tí soleiðis verður ikki gjørt har. Tað er bara so. Á sama hátt gera ferðafólk soleiðis, sum teir síggja okkum føroyingar gera, sigur hon.

 

 

– Tá vit ikki brúka tey tilboð sum eru í landinum og tá vit ikki leggja pening eftir okkum á støðunum sum vit vitja, so gera ferðafólk tað heldur ikki, greiðir hon frá. Halda lív í mentanini Hon leggur afturat, at tað er nokk til av ferðafólki í Føroyum, men at vit skapa bert vinnuna, um vit sjálvi taka hana til okkum og brúka hana. Tað er møguleiki fyri fleiri túrum við ferðaleiðara í Føroyum. Ferðaleiðarar sum vita nógv og eru staðarkendir. Hesir hava vitan um staðið, mentanina og sagnirnar á staðnum, sum er ein uppliving, sum tú ikki hevði fingið um tú fórt túrin uttan ferðaleiðara.

 

 

Les meir í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú.