?Vit síggja tað ikki fyrr enn vit trúgva tí?

Soleiðis er heitið á tiltaki, sum hjálparfelagskapurin KRIS skipar fyri í næstum. Fríggjadagin 19. mars og leygardagin 20. mars, skipar Hjálparfelagsskapurin

KRIS fyri einum tiltaki í Kelduni í Skálafirði, undir heitinum ?Vit síggja tað ikki fyrr enn vit trúgva tí?.

Í hesum sambandi hevur KRIS fingið norðmannin Inge Nordhaug til Føroya at

halda fyrilestrar. Inge Nordhaug er toymisleiðari fyri ?harðskap og kynsliga

misnýtslu? í vestur Norra og hevur hann arbeitt við barna- og ungdóms-psykiatri í næstan 30 ár.

Ætlanin við tiltakinum ?Vit síggja tað ikki fyrr enn vit trúgva tí?, er at varpa ljós á týdningin av okkara fatan av, hvør møguliga fremur kynsligan ágang ímóti børnum og ungum, og hvørjar umstøður kunnu nýtast sum høvi at vera kynsliga ágangandi.

Eisini fer Inge Nordhaug at tosa um avleiðingarnar, sum kynsligur ágangur

hevur á tann einstaka, á familjuna og á samfelagið.

Tiltakið fríggjadagin 19. mars er ætlað teimum, ið til dagligt arbeiða við

børnum og ungum, meðan tiltakið leygardagin 20. mars er alment.

Í ár eru liðin 10 ár síðani KRIS varð sett á stovn, og hevur felagsskapurin til endamáls at upplýsa um trupulleikan av kynsligum ágangi, og vísa á teir møguleikar, ein misnýttur hevur fyri at fáa vegleiðing og hjálp.

Eisini hevur felagsskapurin til endamáls at fyribyrgja kynsligum ágangi, og vegleiða teirra avvarðandi, soleiðis at tey eru før fyri at liva eitt lív við framtíð og vón.