Vit seta ikki trygdina í vanda

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Hann hevur verið fyri atfinningum tí at annað skipið hjá Fiskivveiðieftirlitinum skal leggjast næsta ár fyri at spara pening.

Ført hevur verið fram, at hetta er at seta trygdina á sjónum í vanda.

Men tað avsannar landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at bæði skipini verða tøk. Hóast annað skipið liggur við bryggju, verður tað altíð til taks í eini neyðstøðu, tó at tað fer at taka eitt sindur longri at gera tað klárt at sigla.

Hinvegin vísir hann á, at tilbúgvingin við tyrlu er munandi styrkt. Hon hevur kostað 14 milliónir um árið, men nú kostar hon 26 milliónir.

Sostatt hava vit eina munandi betri tyrlutilbúgving við tveimum fult útgjørdum tyrlum, sum eru tøkar at veita hjálp.

- Samanumtikið meta vit, at tænastan er forsvarlig.

Hann ásannar tó, at eru tvey skip í sigling, verður tænastan betri enn tá ið bara eitt skip siglur.

- Men tað er so tann raðfestingin, sum er gjørd, sigur Jacob Vestergaard.

Annars sigur hann, at sjálvt fiskieftirlitið er ment, sjálvt um annað skipið liggur, tí eftirlitið við avreiðingum er styrkt.