Vit skriva:

Oddagrein

Evnið, vit í hesuferð hava valt at seta ljóskastaran á, er piercingar. Tað er enn eitt ting, sum hevur vundið sera nógv upp á seg millum ung í landinum í dag.
Tað eru eftirhondini sera fá ung, sum ein møtir á gøtuni í dag, sum ikki hava onkra piercing, tað veri seg í vørrini, nalvanum, eygnabrúnni ella onkra heilt aðrastaðni.
Hvat er so serligt við hesum? Og ikki minst: HVÍ gera tað?? Er tað ikki bara at pína seg sjálvan, hugsar onkur. Er nakar vakurleiki í piercingum?? Summi halda tað - og summi ikki. Tað er ein spurningur um smag.
Summi halda ein lítil ringur í nøsini fríðkar nógv um, meðan onnur halda, tað er alt ov lítið. Onnur halda kanska, at ein nalvaringur, sum kemur undan eini stuttari blusu er vakurt, meðan onnur hava hug at øtast. Meiningarnar eru nógvar og ymiskar, men ongin ivi tykist at vera um, at piercingar eru vælumtóktar millum dagsins ungdóm. Og tað eru sanniliga eisini tey, sum eru komin longri upp í árini, sum kunnu finna upp á at pierca seg.
Men hvat er tað, sum er so við piercingum? Er tað "lookið"? Ella gera mong tað bert fyri at provokera? Tað er ikki gott at vita, men tað eru í øllum førum mong, sum hava piercingar.
Og hvussu við pínu, tá ein fær sær piercingar? Onkur hevur helst hug at hugsa AV!! tá ein sær fólk við nógvum piercingum, serliga, tá tað letur til, at tað bert er hugflogið, sum avmarkar støðini fyri teirra piercingar.
Ein kann eisini venda tí á høvdið og spyrja, hvar markið er? Tá ein fyrst er byrjaður við at fáa sær hol í oyrað ella nøsina. Og síðani fer longri upp eftir á skalanum til piercingar. Nær hevur ein so fingið nóg mikið av dingledangle hangandi á sínum kroppi? Og hvør skal siga, at nú er nóg mikið, uttan ein sjálvur?
Samfelagið í dag loyvir alt meira tílíkum. Og tað er ein postiv gongd, tí øll skulu og eiga at hava rætt til at ganga í og við tí, sum teimum lystir uttan at hugsa um, hvat onnur møguliga siga til tað.
Men munnu ikki flest øll fólk venda sær á gøtuni, óansæð, hvar í heiminum ein býr, tá tey síggja onkran koma gangandi eftir gøtuni, sum hevur at samanlíkna við sína egna kropsvekt í metallum ymsastaðni á kroppinum?? Um ikki fyri at brúka seg um tað, so bert fyri at hyggja og eygleiða viðkomandi. Og summi hyggja helst við undran og virðing, at ein veruliga ger so við seg sjálvan.
Tað eru sjálvandi mong, sum ikki eru so ekstrem, men bert hava tvær, tríggjar piercingar. Men tey hoyra so eisini upp í bólkin, sum hava piercingar. Fyrr vórðu piercingarnar ofta settar í samband við nakað negativt, men tað verða tær ikki longur, tað er púra vist.
Í dag eru tær smartar, flottar og tað letur til, at talið á teimum, sum vilja hava tær og velja at fáa sær tær, er vaksandi.