Vit skuldu ikki sloppið at havt so stórt vald

Sjúrður Skaale heldur, at fólkatingslimir úr Føroyum skuldu mist eini avgerðandi rættindi

Føroyski fólkatinglimurin, Sjúrður Skaale, er komin í eina sterka støðu í Fólkatinginum. Hann er nevniliga avgerandi fyri um ein reyð stjørn kann fáa meirilutan í Danmark. Hann hevur altíð havt ta støðu, at hann fer, fyrst og fremst, at stuðla eini reyðari stjórn í Danmark.

 

Men hann heldur at tað er ein stórur trupulleiki, at ein føroyskur fólkatingsmaður kann hava so stórt vald, sigur hann við DR í dag. Hann heldur, at hetta er ein feilur í skipanini, at tað skal bera til, tí sum fólkatingslimur kann hann gera sum hann vil í Danmark, uttan at danski veljarin kann raka hann upp á nakran máta.

 

Danskir politikarar skulu standa til svars fyri veljarunum í Danmark, men tað skal eg ikki, sigur Sjúrður Skaale.

 

Hann heldur, at ein grundregla eigur at vera, at veljarar og skattagjaldarar skulu vera tey somu fólkini. Men tað eru tað ikki í hesum føri, tí danski skattgjaldarin fær ikki rørt hann, sama hvat hann samtykkir á Fólkatingi.

 

Tí heldur hann, at føroysku fólkatingslimirnir eiga bara at velja eygleiðarar og teir eiga ikki at hava atkvøðurætt á Fólkatingi. Hann sigur, at fyrr var støðan øðrvísi, tí tá viðgjørdi Fólkatingið nógvar lógir um føroysk viðurskifti í Føroyum.

 

– Men nú havi eg sitið á Fólkatingi í 11 ár og tað er ikki hent eina einastu ferð, at Fólkatingið hevur samtykt eina lóg, sum eisini hevur verið galdandi í Føroyum, tí allar lógir í Føroyum verða samtykt í Løgtinginum, sigur hann við DR.