Vit skulu arbeiða øgiliga hart

Uppskriftin upp at vinna sermerkta landsdystin ímóti Ukraina í kvøld, er at arbeiða harðari, og so kemur fótbólturin aftan á

Løgmaður, ytst høgrumegin, hittir landsliðsleikararnar úr Ukraina í Tinganesi í morgun

##med2##

 

Í dag verður ein rættiliga sermerktur dystur á Tórsvølli í Havn. Har fer føroyska U21 fótbóltslandsliðið at spæla dyst ímóti U21 landsliðnum hjá Ukraina. Hetta er ein dystur í EM-undankappingini og hann verður klokkan 18. Kríggið Ukraina ger hendan dystin til eina serliga hending og í hesum sambandi hevur Fótbóltssambandið eisini bjóðað ukrainsku flóttafólkunum í Føroyum í Gundadal at hyggja at dystinum.

 

Leikararnir hjá Ukraina hava verið ein túr í morgun og har endaðu teir eisini úti í Tinganesi. Løgmansskrivstovan sigur, at løgmaður nýtti høvi til at fara út í tún og heilsa uppá ukrainsku fótbóltsleikarnar. Løgmaður vísti á, at føroya fólk hevur samkenslu og stendur saman við ukrainska fólkinum í krígnum móti Russlandi.  Somuleiðis ynskti løgmaður ukrainsku leikarunum bestu eydnu til dystin í kvøld.

 

Í tíðindunum á FM1 í dag, hittu tey føroyska venjaran, Sámal Petur Hentze, vanliga nevndur Bagge. Hann sigur, at uppskriftin upp á at vinna dystin er at arbeiða harðari, og at renna meiri enn mótstøðuliðið er.

 

Hann ásannar, at hetta er ein sermerktur dystur, at tey føla við teimum í Ukraina. Men hann leggur dent á, at teir spæla fyri Føroyum og vilja vinna. Vit vilja fáa eina góða løtu á Tórsvølli saman um ukrainsku spælarunum, og vónandi kann hetta fáa tankarnar burtur frá krígnum eina løtu, sigur hann.

 

FM1 sendir beinleiðis frá dystinum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Bagga taka saman um støðuna upp undir dystin

 

Løgmaður, ytst høgrumegin, hittir landsliðsleikararnar úr Ukraina í Tinganesi í morgun