Vit skulu hava føroyskar riddarakrossar

Bjørt Samuelsen hevur eisini eitt uppskot um, hvussu eitt føroyskt heiðursmerki skal eita

- Vit eiga at fáa eitt føroyskt heiðursmerki, sum skal latast fólki, ið skara framúr.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

 

Men teir skulu ikki bara latast úrvaldum fólkum í ovastu samfelagsløgum. Tað skal nevniliga latast øllum, sum onkusvegna skara framúr og útinna okkurt merkisvert.

Og Bjørt Samuelsen skjýtur enntá upp, at hetta serføroyska heiðursmerkið skal kallast "Merkisvert".

 

- Tað kann vera ein brosja, ein smúkka ella ein medalja, sum skal latast kvinnum og monnum, bæði føroyingum og útlendingum, sum gera merkisverdar gerningar, sum taka stór tøk at ríka samfelag okkara, og sum á serstakan hátt tæna Føroyum og tí fólki, her býr.

 

- Merkisvert skal vera eitt fólksins heiðursmerki til tey, sum gera land okkara mentað, víðrásað, vitandi og framkomið, sum hon so listarliga tekur til.

 

- Tey, sum nýta lív sítt til at gera lívið og gerandisdagin hjá mongum lættari, og tey, sum á so ymiskan hátt seta bjart ljós á Føroyar og vinna okkum rættindi, viðurkenning og møguleikar úti í heimi, leggur hon afturat.

 

Tað er eingin loyna, at sum oftast eru tað tey í ovastu løgunum í samfelagnum, sum fáa hesar heiðrar.

- Ikki allir borgarar hava sama møguleika at verða boðin til hovs og heiðurs, sigur Bjørt Samuelsen.

 

- Men Merkisvert eigur at skara framúr við júst at verða latin eldsálum úr øllum samfelagsstættum og støðum. Ikki minst gerandisfyrimyndum, ella fólki, sum við løntum ella sjálvbodnum verki, á serstakan hátt áhaldandi lata av sínum hondum, arbeiðsorku, førleikum, skapanarevnum, vitan, hegni – og hjarta.

 

Bjørt Samuelsen sigur, at hon hevur kallað hetta føroyska heiðursteknið, "Merkisvert", tí tað er heiti, hon nýtti í røðu á flaggdegnum.

 

- Men, hvussu føroyski heiðurin skal eita, í hvørjum stigum hann skal skipast og hvør, ið vegna fólkið, skal lata heiðurin, eiga góð fólk at verða sett at gera uppskot um.

 

- Felags fyri tey, sum fáa heiðurin má vera, at merkisverdu gerðirnar røkka longur enn til egið gagn og samfelagsstatus, men eru gerningar og lívsverk, sum ríka felagsskapin, sigur Bjørt Samuelsen.