Vit skulu heiðra okkara egnu krígshetjur

– Føroyskir myndugleikar eiga at handa føroyskum krígsveteranum medaljur, heldur fólkatingsmaður

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í grein í Sosialinum í dag í kjalarvørrinum av kjakinum um hjálpini – ella rættari vantandi hjálpina, sum føroyskir krígsveteranar fáa.

 

Hann vísir á, at tað er so eyðsýnt, at veteranarnir í Føroyum als ikki fáa somu tænastur og tilboð, sum starvsfelagarnir í Danmark fráa.

 

– Og vit skulu sjálvsagt seta krøv til teir donsku myndugleikar, sum senda sjálvbodnar føroyingar í kríggj, sigur fólkatingsmaðurin. Og hann heldur fram:

 

– Tá fólk hava verið fyri ógvusligum upplivingum, er hjá nógvum tørvur á at at tosa um tær við onkran, sum skilir tey. Men tá føroyskir veteranar greiða frá tí teir hava verið fyri, er viðmerkingin ofta: "Hví ólukkan fórt tú í kríggj?" Hvør skal siga: Hatta ert tú sjálvur úti um - og tað var skítbýtt av tær!

 

– Hetta leggur stein oman á eina byrðu, sum hjá mongum longu er tung - og tað er uttan iva við til at gera, at summir av hesum monnum isolera seg, og kanska taka til alkohol ella hash. Og tí blívur alt jú bara verri av.

 

– Hesum hevur Danmark onga ábyrgd av, og hetta kann Danmark einki gera við. Ábyrgdin og uppgávan liggur bara hjá okkum sjálvum. 

 

Sjúrður Skaale vísir á, at veteranar í øllum frælsum londum fáa ymisk sløg av heiðursmerkjum, sum verða latin á tignarligan hátt á serligum hátíðarhaldum.

 

– Tað gera myndugleikarnir fyri at lyfta hesi fólk upp, og sýna teimum virðing. Tað er eisini ein áminning til aðrar borgarar um, at tað eru altso nøkur, sum gera meira enn onnur fyri at verja bæði okkara egna frælsi og frælsi hjá øðrum. Í dag fáa føroyskir veteranar hesar medaljur við postinum. Tað er einki minni enn skammiligt, heldur hann.

 

– Eitt av fleiri hugskotum kundi tí verið, at føroyskir myndugleikar handaðu veteranunum teirra medaljur. Tí tað er her teir búgva, tað er her teir hoyra heima, og tað er her teir skulu kenna seg virdar, sigur Sjúrður Skaale millum annað í greinini, sum er prentað í vikuskiftis-Sosialinum.