Vit skulu skilja umhvørvið betur

Føroyskir granskarar og altjóða hav- og umvørvisserfrøðingar sita í løtuni á námsskeiði í Havn fyri betur at skilja alla vistskipanina kring Føroyar. Úrslitið av arbeiðinum skal kunna gagna bæði fiskivinnu og oljuvinnu og myndugleikum.

Havið og gransking



Í hesum døgum verrður eitt sera áhugavert og týdningarmikið námsskeið ?workshop? um havumhvørvið kring Føroyar hildið í Havn við luttøku av nøkrum av teimum fremstu granskarunum í heiminum. Heitið er ?Workshop on Ecosystem Modelling of Faroese Waters?.

Námsskeiðið varð sett á sjómansskúlanum í gjár og heldur fram í dag og hósdagin við fyrilestrum og orðaskifti.

Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni setti tiltakið, sum verður fíggjað av FOIB, ið er áhugafelagið hjá oljufeløgunum, ið eru við í leitingini á landgrunninum.

Hjalti í Jákupsstovu er sera fegin um, at hetta námsskeiðið er vorðið til veruleika og at tað hevur eydnast at fáa fleiri framstandandi granskarar henda vegin, sigur við Sosialin, at ætlanin er, at føroysku granskararnir saman við útlendsku serfrøðingunum, skulu royna at gera ein vegleiðing til, hvussu man byggir ein frimil, modell upp um, hvussu umhvørvið ávirkar framleiðsluna av fiski og lívfrøði og fiskiskapin undir Føroyum.

Í mong ár hevur Fiskirannsóknarstovan útvegað data og upplýsingar um havumhvørvið við Føroyar og kom eisini meiri gongd á hetta arbeiðið, tá oljufeløgini fóru at vísa áhuga fyri okkara landgrunni. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at man hevur roynt at fáa oljufeløgini at skilja, at tað mest týdningarmikla við slíkum kanningum er at skilja alla skipanina heldur enn bara at hyggja eftir nøkrum serstøkum viðurskiftum fyri seg.

Endamálið við námsskeiðinum er tí at finna út av, hvar man kann seta inn við meiri gransking fyri at skilja alt havumhvørvið betur, eitt nú hvussu streymur og vindur ávirka framleiðsluna av æti og fiski. Og her koma bæði fiskivinna og oljuvinna inn í myndina.

-Alt hetta verður gjørt fyri at skilja, hvussu tann føroyska vistskipanin (økoskipan) virkar og við tí vitanini betur at kunna ráðgeva eitt nú oljufeløgum í teirra virksemi og myndugleikunum í stýring av fiskiskapinum.

Sjálvur hevur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni stórar vónir til tað arbeiðið, sum er í gongd og til tað, sum henda workshoppin kann hava við sær. ?Hetta hevur stóran týdning. Vit fáa ment okkara arbeiði, vit fáa íblástur og vegleiðing til tað, sum vit víðari skulu gera. Vit kunnu við hesum tiltaki hyggja nærri at, hvussu tingini hanga saman og víðari hvussu man matematiskt kann modelera.

At oljufeløgini hava fíggjað námsskeiðið heldur Hjalti vera bæði skilagott, tí oljuvinnan eigur eisini at vera við til at skilja, hvussu havið virkar rundan um Føroyar, soleiðis at hon verður betri før fyri at taka støðu til, hvussu ein møgulig ávirkan frá oljuvinnuni ávirkar skipanina.

-Nú er so nógv kannað og vit hava livað av havinum so leingi. Kenna vit ikki havið og umhvørvið til lítar ella hava vit tørv á at vita nógv meira?

-Vit hava brúk fyri at vita, hvussu tingini hanga saman fyri at kunna siga nakað um útlitini. Summi ár er nógvur gróður, onnur ár minni - hví er tað so?

Ráðgeving um fiskastovnar
Hjálti í Jákupsstovu váttar, at hetta eisini hevur stóran týdning fyri ta ráðgeving og tey tilmæli, sum fiskifrøðingar skulu koma við til politikararnar í framtíðini.

-Havumhvørvið ella øll vistskipanin kring Føroyar er ein sera komplex skipan og hava vit brúk fyri at skilja hana betri. Tað vil so aftur geva okkum eitt amboð til at troyta hana skilabest og fyri eina nýggja vinnu sum oljuvinnuna vil eitt betri forstáilsi av samspælinum í náttúruni við Føroyar eisini vera sera hent.

Hjalti í Jákupsstovu ivast ikki í, at eisini onnur øki í heiminum kunnu fáa stórt gagn av tí gransking, sum vit gera í Føroyum, tí her hevur tú eitt avmarkað og lítið øki, sum tað ber til at kanna, um ikki 100% men so kortini út í æsir. Miðjað verður tí eisini móti at fáa útlendskar granskarar og fremstu serfrøðingar á økinum við í arbeiðið, ið tá bæði kann gagna okkum her búgva og øðrum økjum í heiminum.

Millum evnini, sum verða tikin upp til viðgerðar á námsskeiðnum eru t.d. : ?Faroese waters in a global perspective?, ?The Hydrography on the Faroe shelf?, ?Validation of a 3-D model for the Faroe area?, ?Krill-biology in the Faroe-Shetland Channel?, ?Plankton on the Faroe shelf?, ?Relationship between primary production, food abundance and fish production on Faroe plateau?, ?Pelagic stocks in and migrating through the Faroese area?, ?Seabirds and ecosystem modelling of Faroese waters?, ?Marine Mammals in Faroese waters?, ?Climate, climate change and the marine ecosystem in the Atlantic-Artic region?, ?Possible environmental influences on the cod stock at the Faroe Islands and a comparison with other North Atlantic Stocks? oa.

Millum fyrilestrarhaldarnar kunnu nevnast: Bogi Hansen, Karin M. Larsen, Hjálmar Hátún, Knud Simonsen, Høgni Debes, Eilif Gaard, Jákup Reinert, Petur Steingrund, Jan Sørensen, Bergur Olsen, Dorete Block, Bjarni Mikkelsen, Ken Dringwater, Egil Sakshaug, Francois Carlotti, Wolfgang Fennel, Helge Drange, Villie Christensen og Jake Rice.